Fólk samskifta ymiskt. Føroyingar tosa sínámillum øðrvísi enn eitt nú danir, ið vit plaga at leggja undir at tosa meiri enn vit. Men Gunnleyg Durhuus, NLP-ráðgevi og skeiðhaldari, meinar ikki, at vit duga verri at samskifta enn onnur fólk. At samskifta er ikki bara at tosa, tað er eisini at lurta.
- Vit síggja ofta í føroyskum kjaksendingum í sjónvarpinum, at samskiftið millum persónar, sum eru ósamdir um eitthvørt, er heilt út av lagi. Tað er heilt vanligt at síggja, at fólk vanta virðing fyri hvør øðrum og meiningunum hjá hvør øðrum. Tað er í lagi, at vit eru ósamd, men vit eiga at virða meiningina hjá hvør øðrum, tí hevur tú virðing fyri øðrum hevur tú samstundis virðing fyri tíni egnu meining. Vit síggja í kjaksendingum, at partarnir ístaðin fyri at lurta eftir hvør øðrum, leggja hinum partinum orð í munnin og eru púra fastlæstir í teirra egnu meining. Tá meti eg, at tað er av týdningi hjá vertinum í sendingini at fara aftur um meiningina hjá pørtunum og spyrja, hvat tað er sum ger, at partarnir nú hava meiningina teir hava, og hvørji virði liggja aftanfyri. Annað, ið eisini ofta hendir í politiska orðaskiftinum í Føroyum er, at politikararnir fara eftir persóninum í staðin fyri eftir málinum. Teir høvdu vunnið nógv um teir brúktu meira grundleggjandi treytir og viðurskifti, ið gera seg galdandi í sínámillum gevandi samskifti, sigur Gunnleyg Durhuus.
(Brot úr samrøðu við Gunnleyg Durhuus í Sosialinum leygadagin 6. februar)