- Vit hava rætt eina hond

- Vit hava rætt reiðarafelagnum eina hond fyri at hjálpa til, har tað gongur ringast, segði Páll Hansen, formaður í Maskinmeistarafelagnum í dag. Áðrenn semingsmenninir klokkan 13 í dag sessaðust saman við umboðum fyri feløgini, sum royna at koma ásamt um nýggjan sáttmála millum fiskimenn og reiðarar, segði Páll Hansen, formaður í Maskinmeistarafelagnum, at feløgini áður hava verið við til at rætt reiðarunum eina hond, har tað hevur gingið ringast.

- Í 2008 gingu vit við til at lækka hýruprosentið hjá lemmatrolarum úr 27% niður í 25%. Men nú vilja reiðararnir, at fiskimenn skulu luttaka í eitt nú oljuútreiðslum í øllum skipabólkum.

Páll Hansen segði við útvarpið hjá Kringvarpi Føroya beint fyri klokkan 13 í dag, at manningarfeløgunum dámar betri, tá tosað verður um hvønn bólk sær ? heldur enn allar undir einum.

- Eg haldi ikki, at vit skulu blanda eitt nú uppisjóvarskipini upp í hetta, men heldur hyggja eftir bólkum, har tað virkuliga pínir, sum hann tók til.

Páll Hansen vísti á, at heldur ikki hjá línuskipum, har manningin luttekur í oljuni, hevur gongdin verið nakað at reypa.

Tvørturímóti.

- Manningarnar hava víst, at tær luttaka. Tá egningarmaskinurnar komu, fingu hesar ein part og eisini, tá skipini fingu kryvjimaskinur luttók manningin í íløguni, segði formaðurin í Maskinmeistarafelagnum við útvarpið, beint áðrenn semingsroyndirnar byrjaðu í dag.

Hann legði aftrat, at um reiðararnir bara kunnu fara í lumman hjá manningini eftir pengunum, sum resta í, tá ið tað ikki gongur best, verður skiparaksturin ov lítið eggjandi fyri teir, sum hann tók til.