Vit hava tikið abort

Nýtt føroyskt filmsbrot á sosialum miðlum brýtur tøgnina um abort.

 

Hesa vikuna er Femifagnaður, og í tí sambandi leggur Frítt Val í samstarvi við Amnesty Føroyar og Kvinnufelagið í Havn enn einaferð eitt filmsbrot út á sosialar miðlar. Brotið eitur "Vit hava tikið abort" og er eitt samklipp av føroyskum kvinnum, sum í felag stíga fram og siga “Eg havi tikið abort”. Um átakið verður skrivað:

 

“Alt ov leingi hava abortir verið tagdar burtur í føroyska samfelagnum. Hetta hóast abortir altíð hava og altíð fara at verða framdar. Nú bróta vit tøgnina og taka ræðið á egnum upplivingum. Við uppskotinum um nýggja fosturtøkulóg hevur tað ongantíð áður verið týdningarmiklari at standa saman um kropsliga sjálvsavgerðarrættin. Abortir eru vanligar - eisini í Føroyum.”

 

Hevur ein hug at luttaka í næsta umfari av átakinum, ber til at seta seg í samband við Frítt Val á sosialu miðlunum ella senda eitt filmsbrot beinleiðis til Frítt Val á frittvalfo@gmail.com.

 

Næsta umfarið av átakinum kemur út á Kvinnudegnum, nú fríggjadagin 8. mars. 

 

Leinkja til filmsbrotið: “vit hava tikið abort”: https://www.instagram.com/p/C4GFA-xsqKQ/