Vit hava verið sera heppin

Ein orsøk til tað er, at so nógv eru koppsett, heldur ráðgevari í koronu

Vit hava verið sera heppin. Tað heldur Pál Weihe, ráðgevari í koronu, nú ólavsøkan væl og virðiliga er farin aftur um.

 

Upp undir ólavsøkuna stúrdu nógv fyri, at tað fór at fáa smittuna at breiða seg aftur, tí so nógv fólk vóru samlað. Og serliga beint eftir ólavsøku varð hesin óttin ikki minni, tí hóast konsertir vórðu avlýsar, hendi tað í fleiri førum tað, at túsundtals fólk stóðu sum sild í tunnu og gloymdu alt um tilmælið um at halda frástøðu.

 

Men smittuspjaðingin koma ongantíð, tí síðani á ólavsøku eru bara sjey tilburðir staðfestir í Føroyum – og nakrir av teimum eru fólk, sum eru komin til Føroya og har kanningin á markinum vísti, at tey høvdu koronu longu tá ið tey komu í Føroyum.

 

Pál Weihe heldur, at vit hava verið sera heppin – men onkuntíð skulu vit hava viðgongd, leggur hann afturat.

 

Hann ivast ikki í, at ein stór orsøk til, at vit sluppu so væl burtur úr ólavsøkuni, er, at so nógv eru koppsett. Men hann heldur eisini, at útbrotið, sum var í juli mánað, uppundir ólavsøku, hevur havt ein týdning, tí nógv varð gjørt fyri at fáa fólk í sóttarhald har tað var neyðugt, umframt at tað fekk okkum at vísa varsemi.

 

Í løtuni er støðan tann, at stívliga tveir triðingar av fólkinum hevur fingið ta fyrru sproytuna og eini 60 prosent eru liðugt koppsett. Tað er verri enn so nóg mikið til at basa smittuni, men Pál Weihe sigur, at tað ger rættiliga stóran mun, tí vit eru í eini nógv betri støðu í dag, enn vit hava verið í, leggur hann afturat.