Kappróður
Fyri einum góðum mánaði síðan fór býráðið undir umfatandi arbeiðið, við at seta gøtuna frá Skálatrøð og yvir at Mullers pakkhúsi í stand. Sonevndu lágakei og høgakei skulu steinsetast av nýggjum, soleiðis, at tað verður høgligari at ganga. Beinkir skulu setast upp, og menn eru eisini farnir undir at gera ein drátt á økinum. Tað ljóðar kanska deiligt og idylliskt, men tað er ein stórur trupulleiki fyri Róðrarfelagið Knørr, sum orsakað av arbeiðnum ikki fær nýtt neystið.
Eingin hjálp frá býráðnum
Jannie Dam Jacobsen, forkvinna í Róðrarfelagnum Knørri, sigur, at umboð fyri felagið vóru og tosaðu við býráðið, so skjótt tey frættu um ætlaninar.
- Vit fingu einki at vita um ætlaninar, hóast arbeiðið fer fram í túninum uttanfyri neystið í kappróðrarárinum. Men so skjótt vit frættu um hetta, fóru vit til býráðið og kravdu, at teir máttu finna eina loysn áðrenn 1. apríl, tí tá fóru vit út við bátinum. Tað lovaðu teir, men so hendi einki meir, greiðir Jannie Dam Jacobsen frá.
Arbeiðið helt fram við sama lag, uttan at Róðarfelagið Knørrur hoyrdi nakað aftur. Fleiri ferðir hava tey sett seg í samband við býráðið, sum hevur lovað at finna eina loysn á málinum. Henda loysnin er blivin útsett og útsett, men arbeiðið hevur hildið fram við sama lag, og eingin hjálp hevur verið at heintað hjá Knørri.
Og nú kappingin fer av bakkastokki um ein góðan mánað er tað vónleyst hjá felagnum at nýta neystið. Alt túnið er borað upp, tí tað skal steinsetast av nýggjum. Har felagið vanliga dregur bátin, er eisini alt grivið upp og stórir klettar gera, at tað ikki ber til at ganga har, tíansheldur at flota bátin.
- Tá tað illa ber til at ganga á økinum, so kanst tú ímynda tær at skula bera ein bát, sum vigar út ímóti 200 kg. Tað er vónleyst, sigur Jannie Dam Jacobsen.
Hon vísir somuleiðis á, at drátturin, sum verður gjørdur, ikki er ætlaður til Róðrarfelagið Knørr, men fyrst og fremst at vísa fram á drotningavitjanini.
Ein stórur trupulleiki
- Sum er kunnu vit ikki nýta neystið, tí vit sleppa ikki á sjógv við bátunum. Hetta er býttasta tíð av árinum at gera eitt slíkt arbeiðið uttanfyri eitt av róðrarneystunum, vísir Jannie á.
Sum er klárar felagið seg við lappaloysnum, men tað er ikki betur enn næstbest.
-Neystið, sum vit nú í staðin mugu nýta er slett ikki egnað. Jarnbardur stendur í einum neysti, har báturin skøvast hvørjaferð hann verður drigin út og inn. Og tað er tvær ferðir um dagin, tí vit eru tvær manningar, ein kvinnmanning og ein mansmanning. Báturin botnar eisini, tá hann verður skotin út frá, so tað eru sera, sera vánaligar umstøður fyri bátin, slær Jannie fast.
Og hon leggur afturat, at ein tílíkur kappróðrarbátur er ikki heilt bíligur.
Spurd um hetta fer at hava nakra ávirkan á kappróðrarárið hjá felagnum, svarar Jannie, at tað dugir hon ikki at meta um.
- Tað sigur seg sjálvt at tað er ein stórur trupulleiki, at vit mugu nýta eitt neyst, har báturin fer so illa. Og tað er eisini ein stórur trupulleiki, at vit ikki kunnu nýta okkara egna neyst. 1. apríl, tá vit byrjaðu venjingina í bátinum var arbeiðið longu byrjað, og tað verður ikki liðugt fyrr enn mitt í juni mánaði. Tá er bara hálvurannar mánaður eftir av kappingini, so tað er væl møguligt at tað fær fylgjur fyri okkara kapping, sigur hon.
Hon sigur, at tey eftirhondini hava fingið nógv lyfti um loysnir frá býráðnum, uttan at nakað ítøkiligt er komið burturúr.
- Býráðið hevur í fleiri umførum lovað, at taka sær av trupulleikanum, men einki hendir. Vit kenna okkum veruliga sum rukkur í hesum málinum, slær Jannie Dam Jacobsen at enda fast.