Steypafinala
Alt bendi á, at tað fór at eydnast VB at endurvinna steypakappingina hjá kvinnum, men so var ikki. Tað var tí væl skiljandi, at leikararnir hjá VB hingu við høvdinum eftir dystin leygardagin.
Konsentratiónin reyk
Eftir dystin spurdu vit ein av stuðulsleikarunum hjá VB, Lailu Jespersen, hvat tað var, ið gekk galið?
- vit megna ikki at halda høvdið halt. Vit hava ov nógvar nervar, og tá ið tær koma fyri seg, missa vit konsentratiónina, og tað straffa tær. Vit royndu at koma aftur, men tað var ikki nóg mikið, og tað gerst ikki við.
Í dystinum í dag skora tit 19 mál, tað er eitt sindur minni enn vanligt hjá tykkum?
- Ja, eg haldi, at útlendsku leikararnir hjá okkum tóku ov stóra ábyrgd á seg, og tí koyrdi spælið hjá okkum ikki nóg væl. Vit eru eisini vanar við, at Daiva verður mansvard, men í dag riggaði tað bara ikki, og vit vóru alt ov febrilskar.
Nú er so bara føroyameistaraheitið eftir at spæla um, hvussu verður við tí?
- Ja, tað fara vit í hvussu so er eftir. Vit ætla okkum so heilt vist at endurvinna meistaraheitið. Í næstseinasta leikumfari (tann 27 marts blðm.) kemur Stjørnan til Vágs, og tann dysturin kann væl hugsast at verða avgerðandi fyri FM-heitið, og tað hevði verið ein kærkomin hevnd hjá okkum at vunnið tá.