"Vit mangla arbeiðsfólk, so um tú manglar arbeiði, ert tú vælkomin at skriva í boðklivan ella ringja…"
Soleiðis ljóðaði ein lýsing hjá P/F Sandoy Seafood á netinum herfyri. Tað er hetta felag, sum rekur fiskavirkið í Skopun, og tað er, at teimum vantar arbeiðsmegi.
- Vit hava arbeitt næstan hvønn dag til fyri tveimum vikum síðan, sigur virkisleiðarin á Sandoy Seafood í Skopun, Martin Olsen, sum kundi hugsað sær eini 8-10 fólk aftrat, tá mest er at gera.
Fyrri helmingur av januar er gjarna slakur á føroysku fiskavirkjunum, tá tað tekur sína tíð, áðrenn gongd kemur á aftur eftir jóla-og nýggjárshøgtíðina.
Martin Olsen sigur, at eftir at gongd kom á hjá Sandoy Seafood, tá komið varð nakað út í januar, hevur rættiliga støðugt fiskaarbeiði verið í Skopun, bæði í januar, februar, mars og apríl.
- Men, seinastu tvær vikurnar hevur tó aftur verið minni at gera, tí lutfalsliga lítil upsi hevur verið á marknaðinum.
Virkisleiðarin sigur, at tá fiskur er, arbeiða tey gjarna bæði upsa og tosk í senn, og tá hugt verður yvir tað, sum farið er av hesum árinum, hevur framleiðslan á Sandoy Seafood verið umleið helvt um helvt, upsi og toskur.
- Vit hava eisini arbeitt nakað av frystum toski, men tá tað bara er frystur fiskur, eru færri fólk til arbeiðis á virkinum, sigur hann.
Martin Olsen sigur, at Sandoy Seafood saktans kundi havt eini 8-10 fólk aftrat í framleiðsluni, men tað er trupult at fáa fatur í fleiri fólkum enn teimum, sum longu eru til arbeiðis á virkinum.
- Tá mest er at gera, og vit arbeiða bæði upsa og tosk, eru vit umleið 60 fólk til arbeiðis á Sandoy Seafood, sigur virkisleiðarin í Skopun.