Hóast okkurt er batnað við ruski á ólavsøku, so er annað vorðið verri.
Tað sigur Elin Lindenskov, sum er talskvinna fyri Rudda Føroyar.
- Nú eru ikki so nógvar glasfløskur, sum liggja og rekast, og tað er sjálvandi gott. Hinvegin verður bara meira og meira plastikk, og tað verður verri við árunum, sigur Elin Lindenskov og vísir á tríggjar trupulleikar, ið hon hevur varnast seinastu árini.
Eitt er einnýtis plastikkgløsini, ið nógv skeinkingarstøð brúka um ólavsøkutíð. Hon sigur, at tey í Rudda Føroyar sakna, at skeinkistøðini í Havn fara saman um eina pantskipan lík henni, ið Eta samtakið brúkar til festivalar og onnur tiltøk.
- Ja, tað hevði heilt sikkurt verið eitt hugskot. Tað hevði hjálpt, um skeinkistøðini brúktu ordilig gløs til tey, ið sita innanfyri og drekka, men ein pantskipan hevði uttan iva hjálpt nógv. Tað hevði verið gleðilligt at sæð, at okkurt tílíkt kom upp at standa.
Ballónir hava verið ein fastur partur av ólavsøkuni í nógv ár, og tað munnu vera nógv, ið hava ballónina sum sítt fyrsta ólavsøkuminni. Men ballónirnar er heldur ikki heilt ósekar, sigur Elin, men leggur aftrat, at tey ætla á ongan hátt at banna ballónum, men vilja bert vísa á tað umhvørvisárin, ið ballónur hava.
- Tað eru nógvar ballónir, ið fara upp í loft hvørt ár, og so dettar tær niður aftur í náttúruni. Tær eru úr plastikki - tað dálkar. Sjálvandi vilja vit ikki fara út at forbjóða ballónum, men tað hjálpir, um fólk royna at vera eitt sindur meira varin við teimum og gera eitt lítið sindur meira fyri, at tær ikki fara á flog.
Tað seinasta, ið tey í Rudda Føroyar hava varnast liggja og rekast, eru plastleikurinar frá leikalandinum á Skálatrøð. Bíligu plastvinningarnir eru eftir øllum at døma ikki væl umtóktir millum børnini, og ofta sæst, at leikurnar liggja á vegnum og sløðast. Tað er ilt at siga, at hvat hevði hjálpt, sigur Elin, men væntar, at um góðskan á leikunum var eitt sindur betri, so høvdu fólk kanska ansa eitt sindur betri eftir teimum.
Kommunan eigur rós uppiborið, men pláss er samstundis fyri batum, sigur Elin.
- Kommunan hevur lagt nógv fyri, at reinhaldið tekur upp eftir ólavsøku, men kortini endar nógv á sjónum. Kaska ikki í dag - nú er veðrið so gott - men tá veðrið er keðiligt, so fýkur nógv á sjógv. Eisini kundu fleiri av einnýtisruskspannunum verðið settar út. Og so skilja vit heldur ikki, at pantstøðin helt uppat. Tað eru ikki líka nógvar fløskur at síggja, sum tað vóru fyrr, men har eru framvegis nógv blikk, og tað hevði hjálpt, um okkurt var at taka ímóti teimum.
Elin ger at enda vart við, at tey í Rudda Føroyar vilja ikki moralisera, men at tey vilja fegin vera ein áminning umm at vit skulu fara væl við umhvørvinum.