Dimmalætting hevur 30. oktober eina ikki sørt margháttliga grein um Skrubbuna hjá SvF. Eitt er, at ein kappingarneyti, sum ætlaði at eiga føroyska marknaðin einsamallur, er firtin um kappingina. Annað er, at føroyska spælið verður niðrað so álvarsliga, uttan at fyrireikararnir fáa høvi at koma við eini viðmerking í somu grein.
Í greinini verður m.a. sagt, at møguleiki er fyri »at snýta so nógv sum ein hevur hug til«. Kappingarneytin sleppur uttan mótsøgn at pástanda, at fyrireikararnir - altso antin SvF ella Depa í Danmark - kunnu sit aog blanda teir vinnandi seðlarnar, sum okkum lystir - ella heilt at taka teir burturúr, so eingin vinnur. Hesi brotini eru beinleiðis ærumeiðing. Lat meg í fyrstu syftu bert gera hesar rættleiðingar.
Vit síggja ongantíð Skrubburnar
Skrubban verður hvørki prentað ella pakkað í Vordingborg, og fyriskipararnir hava onga ávirkan á, hvar tey vinnandi ørkini eru í rúgvuni. Tað passar heldur ikki, at fyrsta Skrubban hevði ov nógvar vinnarar, av tí at ov nógvir vinnaraseðlar vórðu pakkaðir saman. Orsøkin var ein heilt onnur og satt at siga nógv býttari enn so. Villan hevði einki við sjálva skipanina at framleiðsluni ella av spælinum at gera. Hvat er endamálið hjá Dimmalætting við at endurgeva ein kappingarneyta, sum einki innlit hevur í hetta málið?
Sannleikin er, at Skrubban verður útviklað av Sjónvarpi Føroya og Depa í felag. Men hon verður prentað á eini serligari prentsmiðju í Dublin, sum nevnist Play Print - langt burtur frá starvsfólkunum hjá bæði SvF og Depa. Hendan fyritøkan prentar m.a. almenna írska happadráttin, hevur europeiska ISO 9002 góðskumerkið og er góðkend av svensku spælimyndugleikunum, sum eru teir harðastu í okkara parti av heiminum. Sjónvarp Føroya og Depa arbeiða eftir svensku reglunum, júst tí tær eru so striksar.
Tveir serligir írskir fulltrúar gera eftir eini serligari skipan av, hvar vinnaraseðlarnir enda í rúgvunum. Teir sleppa síðani ongantíð aftur at nerta seðlarnar, sum verða pakkaðir púra tilvildarliga í forseglaðar pakkar. Sjálvandi eru eingi frámerki á nøkrum seðlum. Pakkarnir verða síðani við skipi ella flogfari fluttir úr Írlandi til Føroyar umvegis onkran danskan speditør. Depa sær ongantíð nakra Skrubbu á vegnum og fær sostatt ikki handfarið tær á nakran hátt. Sjálvt Sjónvarp Føroya sær onga Skrubbu. Tær verða fluttar beinleiðis til Postverk Føroya, har tær undir eftirliti av grannskoðarafyritøkuni Rasmussen & Weihe verða stongdar inni í eini boks, til tær verða spjaddar kring landið. Grannskoðararnir kanna eisini eftir, at pakkarnir eru forseglaðir.
Lógin er føroysk
Ein stórur partur av greinini snýr seg um, at Skrubban hevði verið ólóglig í Danmark. Tað er púra rætt, men tað høvdu eisini Gekkurin, V4 og Happadrátturin, eins og øll spølini hjá Tipstænastuni høvdu verið ólóglig í Føroyum, høvdu tey ikki á ein ella annan krúllutan hátt bygt á danska lóg - hóast í gildi í Føroyum! Eins og GEkkurin, V4 og Happadrátturin er Skrubban lóglig í Føroyum, tí hon byggir á føroyska lóg. Í Føroyum koyra vit í høgru síðu, sjálvt um tey koyra í vinstru síðu í Bretlandi.
Um tað kemur fyri, at eingin vinnur í summum donskum spølum, veit eg ikki. Tað mugu onnur klandrast um. Men hetta er ið hvussu er púra óviðkomandi í sambandi við Skrubbuna, og tað er undir alt lágmark, at hesi viðurskifti verða nevnd hvørt um annað. Grannskoðararnir kanna regluliga eftir, at SvF letur í minsta lagi teir vinningar, vit hava skyldu til. Tað verður eisini greitt gjørt vart við vinningarnar í Skrubbuni - fyri ein part á sjálvum seðlinum og fyri ein part í sjónvarpsinnsløgum, sum verða endurtikin so ofta, at tey nærum troytta spælararnar.
Tróndur Djurhuus
Sjónvarp Føroya