Tað er vandi fyri, at Føroyar fáa ringt orð á seg sum a vera eitt primitivt land har tey politisku viðurskiftini eru ótrygg.
Tað heldur Jákup Mikkelsen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, nú Løgtingið hevur samtykt nýggju fiskivinnuskipanina hjá samgonguni.
Sum tinglimur fyri Fólkaflokkin, og sostatt eisini limur í samgonguni, var Jákup Mikkelsen sjálvur við til at samtykkja nýggju fiskivinnulógina.
Men tað, sum rættiliga er fallið honum fyri bróstið, er, at ein partur av tí, er, at um 12 ár skulu eingir útlendingar eiga í feløgum, sum hava fiskirættindi í Føroyum.
Tá ið Løgtingið samtykti hetta, ásannaði hann, at hann var ógvuliga harmur um hesa semjuna í samgonguni, men at hann kortini atkvøddi fyri málinum, tí tað er so nógv annað gott í tí, sum hann tók til.
Men hann heldur, semjan um at útihýsa útlendingar úr fiskivinnuni, kann fara at at koma okkum aftur um brekku, tí vandi er fyri at útlendingar fara at síggja okkum sum eitt primitivt land við eini óstøðugari, politiskari stjórn.
Hann helt fyri, at nú er politikkurin í Føroyum tann, at tá ið tað gongur illa, vilja vit fegin hava útlendingar at gera íløgur í Føroyum, men tá tað so gongur væl, lóggeva vit teir av landinum aftur.
– Eg havi spurt meg sjálvan seinastu dagarna, hvussu tað kann vera, at fleiri oljufeløg bora eftir olju beint uttan fyri føroyska markið, men eingin vil bora í føroyskum sjóøki, hóast tað er boðið út til oljuboring tríggjar ferðir, segði Jákup Mikkelsen.
Hann sigur, at tað allar týdningarmesta fyri oljufeløg er, at tey hava støðug og trygg viðurskifti. Men nú lóggeva føroyingar útlendingar av landinum, tí vit eru kensluliga ávirkað av søgum um, hvussu tað ber til hjá útlendskum eigarum at snúgva seg uttan fyri lógina.
– Men skuldi að verið, ber tað væl til at snýta uttan at eiga eitt partabræv, segði Jákup Mikkelsen.
Hann spurdi eisini, hvat fara skotar fara at sita til, at Bakkafrost hevur keypt stórt alivirkið í Skotlandi, samstundis sum vit nokta skotum at eiga í okkara fiskivinnu.
– Tað er eingin samanhangur í, at føroyingar gera íløgur í Skotlandi, samstundis sum at vit nokta skotum at gera íløgur í Føroyum
– Eg eri bangin fyri, at hetta verður okkum ein dýr søga í framtíðini, segði løgtingsmaðurin fyri Fólkaflokkin.
Hann sigur, at hetta er ikki tað umdømið, vit hava brúk fyri í Føroyum, tí hvat skulu útlendingar halda, tá ið vit gera íløgur uttanlands.
Og hann er vísur í, at bara tíðirnar fara at versna eitt lítið sindur í Føroyum, fara vit aftur at góðtaka, at útlendingar gera íløgur í fiskivinnuna.
Jóannis Joensen, tinglimur fyri Javnaðarflokkin, spurdi Jákup Mikkelsen um hann heldur, at vit ikki duga at fiska sjálvi, uttan at fáa hjálp uttaneftir.
– Tað eru bara føroyingar, sum fiska, tí tað eru eingir útlendingar, sum hava fiskiskip í Føroyum, sigur Jákup Mikkelsen.
– Men tað eru nøkur feløg, sum hava fingið fíggjarligan stuðul uttanlands til at gera íløgur uttanlands. Men tað taka útlendingar so eisini váðan av – og vónandi tjena teir eisini eitt sindur av pengum upp á tað, legði hann afturat.
– Og tey, sum ikki vilja, at útlendingar skulu eiga í fiskivinnuni, hava einki ímóti at avreiða alt annað vinnulív til útlendingum. Útlendingar eiga eisini nógvar, stórar fyritøkur í Føroyum, eitt nú Vónina, og ein heilt stóran part av Bakkafrosti, sum annars er ein sólksinssøga, er á útlendskum hondum, legði hann afturat.
Men umboð fyri samgonguna føra fram, at tað er ein himmalvíður, prinsipiellur munur á, at lata útlendingar hava ræðisrætt á einum parti av okkara náttúrutilfeingi, og so at lata teir gera íløgur í virki og fyritøkur á landi í Føroyum.