Vit kunnu nú vænta álvarsligt læknatrot

- Við soleiðis at lata ein stóran part av Landssjúkrahúsinum aftur ein part av árinum, verður tað ikki í hesi øldini, at sjúkrahúsið kemur aftur á beint, sigur Sølvi Winther Olsen

Seinastu árini hava partar av Landssjúkrahúsinum verið afturlatnir ein part av árinum, bæði um summarið og um jólini, og soleiðis verður aftur gjørt nú um jólini.

Tað er tó tann munur, at hesu ferð verður væl meira afturlatið, tí fíggjarætlanin helt ikki, og tí fleiri av starvsfólkunum eiga so nógva avspáking til góðar.

Afturlatingarætlanin sær soleiðis út:

E3, medisinsk deild, letur aftur frá 1. desember til 5. januar.

B6, medisinsk deild, hevur í eina viku verið dagdeild, t.v.s. fyri ikki innlagdar sjúklingar, og henda deild verður dagdeild fram til 30. í hesum. Deildin verður afturlatin frá 19. desember til 5. januar.

B7, medisinsk deild, letur aftur frá 1. desember til 19. desember,

A3 letur aftur frá 5. desember til 5. januar.

Omanfyri vegin letur Pensionatið aftur frá 5. desember til 1. januar. og dagdeildin verður afturlatin millum 22. desember og 5. januar.


Ørkymlandi

- Bæði sum kommunulækni og sum fakfelagsformaður eri eg ikki sørt ørkymlaður av hesi ætlan, sigur Sølvi Winther Olsen, kommunulækni í Havn og formaður í Læknafelag Føroya.

Hann skilir ikki, at tað kann bra til at lata so nógv av Landssjúkrahúsinum aftur í vikuvís.

- Tað undrar meg, hvat tá verður av teimum sjúku, tí mær vitandi eru sjúkurnar ikki horvnar, og ei heldur tørvurin á viðgerðum. Nú er so ætlanir at lata týdningarmiklar partar av sjúkrahúsinum aftur nátt sum dag.

- Tá so nógv verður afturlatið á sjúkrahúsinum, verða tey sjúku víst til primeru heilsurøktina. Um tað var í lagi, hevði ikki verið neyðugt við einum stóruum og dýrum sjúkrahúsi. Vit kundu bara stongt tað. Men so einfalt er tað heldur ikki, og vit hava eisini longu hoyrt fleiri ferðir, at primera heilsurøktin orkar ikki at átaka sær fleiri uppgávur. Hon kann ikki lyfta meira.

- Tak t.d. kommunulæknarnar í Havn. Vit eru sjey í tali, men áttu at verið 12-14 í mun til fólkatalið, so ovbyrjaðir eru vit, og eingi útlit eru til, at nakað verður øðrvísi í bræði.


Heldur lata meira

til Landssjúkrahúsið

- Heldur enn at minkað um virksemið á sjúkrahúsinum ein part av árinum, átti tað at fingið víðari ræsur. Tað kostar, og tað krevur, men hetta er neyðugt. Politikararnir áttu at gjørt eina langtíðarætlan fyri sjúkrahúsverkið, og tað er ikki meira ógjørligt, enn at tað fæst fyri pening. Tað er alt ein spurningur um raðfesting, hvat vit brúka peningin til.

Sølvi Winther Olsen ger vart við, at vansin við at lata partar av sjúkrahúsinum aftur í fleiri vikur ikki bara ger ilt fyri sjúklingarnar, sum harvið ikki fáa ta viðgerð, tey hava fyri neyðini.

- Tað eru eisini tey menniskju, sum starvast á Landssjúkrahúsinum, og tey, sum umhugsa at søkja starv har, og tað er uttan mun til, um tað eru læknar, sjúkraystrar. fysioterapeutar ella onnur. Hvør tímir at søkja starv á einum sjúkrahúsi, sum partvís er afturlatið samanlagt fleiri mánaðir um árið.


Væntar økt læknatrot

- Og fara vit til hjálparlæknarnar, so vita vit, at tað er læknatrot í øllum norðurlondum. Í fleiri útjaðaraøkjum stendur so illa til, at tey mugu klára seg burturav við avloysarar, sum koma í tríggjar mánaðir í senn.

- Tað hava eisini verið stórir trupulleikar hr við at fáa læknar, og tað kunu vit vænta verður verri enn, sigur Sølvi.

Hann ber ótta fyri, at vit av álvara fáa lækna, verður Landssjúkrahúsið so nógv skert, tí tá verður tað ikki nakað gott útbúgvingarstað.

Samstundis er tað hent í Danmark, at læknar, sum vilja fara út til tey smáu sjúkrahúsini nú fáa sera góða løn.

- Tað munnu vera fáir føroyskir læknar, sum eru so fittir, at teir tíma at koma higar til tey vánaligu viðurskiftini her.