- Vit kunnu stýra øllum Føroyum

-Tað er einki mark fyri hvussu stór Havnin kann verða. Vit kunnu gott stýra øllum Føroyum úr Havnini, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu. Tað er greitt, eftir ein kommunustýrisfund í Húsavík í gjárkvøldið, at Húsavík er fyri samanlegging, og helst við Tórshavnar Kommunu.

- Vit halla mest til at leggja saman við Tórshavnar kommunu, tí vit fáa einki burturúr at leggja saman við Sands kommunu og Skopunar kommunu, sum skylda nógv, sigur Jákup Martin Sørensen, borgarstjóri í Húsavík.

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn hevur áður sagt, at Havnin er ivaleysa stór, men nú hevur hann eftir øllum at døma broytt hugsan. Hann sigur, at Húsavík og restin av kommununum í Sandoynni eru vælkomin at seta seg í samband við Tórshavnar Býráð um samanlegging.

-Tað eiga helst verða allar kommunurnar í Sandoynni, sum koma uppí Havnina, og ikki bert Húsavík, sigur borgarstjórin í Havn.

Heðin Mortensen heldur, at tær kommunurnar, sum eru áhugaði í samanlegging við Tórshavnar Kommunu, skulu bert seta seg í samband við býráðið, tí tað er einki mark fyri hvussu stór Havnin kann verða.

-Vit kunnu saktans stýra øllum Føroyum úr Havnini, sigur Heðin Mortensen.

Hann leggur aftrat, at skulu aðrar kommunur uppí Havnin, so skulu íbúgvararnir í Havnini spyrja til ráðs fyrst í eini fólkaatkvøðu.