Dieter Eigemann er nýggi venjarin hjá Neistanum. Hann er týskari, men hevur síðstu árini vant í Danmark. Hann sigur seg kenna sera lítið til føroyskan hondbólt, men sigur, at málið hjá honum og Neistanum er at enda millum oddaliðini.
Mugu nýta ungu leikararnar
Hann ásannar tó, at tað kann gerast ein trupulleiki, at fleiri av royndu kreftunum eru givnar.
- Fleiri av teimum eldru leikarunum eru ikki við í ár, og hetta kann gerast ein trupulleiki. Men eg ætli mær at geva ungu leikarunum álit, og so vóni eg, at tær klára at halda eitt høgt støði alla kappingina.
Hann leggur afturat, at tað er av týdningi, at man ikki leggur ov stórt trýst á ungu leikararnar, men í staðin letur tær koma spakuliga inn í hitan í besta deildini.
Mugu royna at steðga Stjørnuni
At enda sigur hann seg vóna, at Neistin fær eitt gott úrslit í ár. Hann vísir tó á, at tað verður ringt at steðga Stjørnuni.
- Stjørnan hevur eitt ótrúliga gott lið, og tær eru at meta sum stórur favorittur at vinna meistaraheitið. Vit skulu sjálvandi royna at steðga teimum, men tað verður ringt við okkara ungu liði. Vit skulu tó í øllum førðum vera tað liðið, sum liggur í hølunum á Stjørnuni, tá kappingin byrjar at halla.