Kyndil: Hannis Wardum er í dag tann einasti, sum er eftir av Kyndla-liðnum, sum fyri nøkrum árum síðani var tað besta í Føroyum. Men síðani tá er nógv broytt, og í dag eru Hannis og beiggin Uni væl eldri enn restin av liðnum.
? Vit hava nógvar nýggjar og ungar spælarar í ár, og tað sæst eisini aftur á úrslitunum, sigur Hannis Wardum.
? Tað er eingin loyna, at H71 er stórfavorittur í dag, men vit fara at gera okkara besta. Hetta er einasti kjansur hjá okkum at fáa nakað burtur úr í ár, sigur hann.
Hannis sigur, at tað ræður um at fáa verjuna at koyra væl.
? H71 hevur eitt gott lið. Teir hava góðar vongspælarar og skotsterkar spælarar mitt fyri. Teir hava eina sterka verju og teir vaksa eisini við uppgávuni, sigur Hannis um mótstøðuliðið í dag.
Hjá Kyndli hevur tað gingið striltið at fáa nøkur úrslit við nýggja liðnum.
Hans á Lag hevur havt ein skaða í lærkrikanum og hevur ikki spælt í seinastuni, men hann er komin fyri seg aftur og verður við í dag. Tað sama verður Bárður Johannesen, sum hevur verið skaddur alla vikuna.
? Vit mugu bara seta okkum upp og gera okkara besta, og so fáa vit at síggja, sigur Hannis Wardum.