Vit mugu hava eina varandi loysn

Hondbóltssambandið hevur gjørt av at melda føroyska hondbóltsmanslandsliðið til HM kappingina. Men tað var heldur ivasamt, tí HSF hevur ikki havt pengar til eina slíka tilmelding.

Tað lá í kortunum, at Løgtingið fór at játta Hondbóltssambandinum eina millión krónur til endamálið, men tá Løgtingið varð sent til hús mai, varð hettta eitt av málunum, sum lógu eftir og harvið vórðu eingir pengar játtaðir.

Síðani hevur ein privat innsamling verið, sum næstan er komin upp á eina millión krónur.

– Vit royna at brúka pengarnar, sum vit hava, so skynsamt sum gjørligt. Tí umhugsaðu vit, um vit skuldu spara hetta tiltakið burtur, sigur Gunn Ellefsen, forkvinna í Hondbóltssambandinum.

Hon fegnast um at kenna stuðul frá privatum, sum tryggjar, at Hondbóltssambandið kann melda liðið til kappingina hesaferð.

– Men vit mugu sjálvandi hava eina varandi loysn, tí annars renna vit okkum í hendan trupulleikan aftur, sigur hon.

Trýstið á pílin fyri at hoyra samrøðu, sum Árni Gregersen á FM1 hevði við Gunn Ellefsen um hetta málið: