Vit nærkast hvør øðrum

Nú nærkast eini loysn á málinum um kommunuskuldina. Men, hvat úrslitið verður, er ov tíðliga at siga nakað um enn, heldur Jákup Lamhauge, formaður í Býarfelag Føroya

?Nú sita vit bara og bíða. Men vit vænta tað verður hvørja løtu.

Tað, sum Jákup Lamhauge, formaður í býarfelagnum bíðar eftir, er at fáa fundarboð úr landsstýrinum.

Og tað, sum skal viðgerast á hesum fundinum er málið um kommunuskuldina.

Jákup Lamhauge sigur, at enn eru Kommunufelagið og Býarfelagið ikki samd um, hvussu málið um Kommuskuldina skal loysast.

? Men vit mugu siga, at vit nærkast hvør øðrum, leggur hann afturat.

Hann sigur, at enn er tað tó vónleyst at siga, nær ein loysn á hesum álvarsmáli er væntandi.

Bæði Kommunufelagið og Býarfelagið eru samd um, at kommunuskuldin skal sanerast 81 milliónir so at ongin kommuna kemur at skylda meiri enn tríggjar álíkningar.

Somuleiðis er semja um, at landskassans partur av hesi saneringini skal vera 25 milliónir, sum Landsstýrið áður hevur sagt seg sinnað til.


Kunnu góðtaka-men tað valdast

Men tað, sum Býarfelagið og kommunufelagið ikki kunnu semjast um, er framtíðin hjá tí kommunala veðhaldsgrunninum.

Býarfelagið vil hava, at kommunurnar fáa peningin útgoldnan.

Men Kommunufelagið vil bara ganga við til, at helvtin verður útgoldið.

Og hesum vísir formaðurin í Býarfelagnum ikki blankt aftur.

? Hetta er nakað sum vit vilja viðgera í einum positivum anda.

? Og tað er ikki ómøguligt, at vit kunnu góðtaka, at vit bara fáa helvtina útgoldið úr grunninum nú.

? Men tað valdast, leggur hann afturat.

? Men treytin er sjálvandi, at fullkomilig greiða fæst á øllum øðrum viðurskiftum.

? Ikki minst veldst tað um, nær restin av pengunum í veðhaldsgrunninum kann verða útgoldin, sigur formaðurin í Býarfelagnum.

? Somuleiðis fara vit at tvíhalda um, at landskassans partur verður ikki minni enn 25 milliónir.

? Tað er greitt, at vit góðtaka ikki eina minni upphædd, til upprunaliga hildu vit, at landskassans partur átti at verið størri.

Annars heldur hann, at málið hevur verið undir viðgerð so leingi, at allir partar vilja væl hava eina loysn nú.


Óneyðugt at varðveita grunnin


Tað, sum Kommunufelagið sær nakað stórt í, tað er at varðveita veðhaldsgrunnin fyri at hava hann í rygginum sum trygd, tá ið samráðingar aftur verða um kommunuskuldina, tá ið avtalan, sum nú er, gongur út. Hví halda tit, at tað er óneyðugt at varðveita hann?

? Vit hava havt samráðingar við Føroya Banka, Føroya Sparikassa og Tryggingarfelagið, sum eru teir størstu lánveitararnar til tær føroysku kommunurnar.

? Teir siga, at teir hava ongantíð ímynda sær, at veðhaldsgrunnurin skuldi halda fram eftir 2000.

Jákup Lamhuge sigur eisini, at viðurskiftini hjá nógvum kommununum eru so øgiliga nógv øðrvísi nú, enn tey vóru, tá ið avtalan, sum nú er um kommunuskuldina, varð gjørd á sinni.

?  Nógvar kommunur hava goldið heilt munandi niður av skuldini.

? Og skuldin sanerað eftir ætlanini, sum nú er, fer ongin kommuna at skylda meiri enn 2,5 álíkningar um tvey ár.

? Hinvegin verða nógvar kommunur at koma niður á eina skuld uppá eina álíkning, ella minni enn tað. Og ein kommuna, sum skyldar eina álíkningverður mettur sum ein tryggur lántakari.

Jákup Lamhauge sigur, at tá fáa kommunurnar so góðar avtalur, sum tað yvirhøvur er til at fáa.

Hann sigur, at kommunurnar eru eisini sinnaðar at geva lánveitarunum trygd í skattinum.

Hann vísir eisini á, at uppskot er á veg í tingið um eina nýggja kommunulóg.

? Í tí sambandinum ætla vit at skjóta upp, at tað skal standa í lógini, at ongin kommuna skal kunna skylda meiri enn eina álíkning.

Formaðurin í Býarfelagnum sigur, at tá ið tað beinleiðis er staðfest við lóg, hvussu nógv kommunurnar kunnu skylda, er tað besta trygdin, lánveitararnir yvirhøvur kunnu fáa.

? Tað er í hvussu so er trygd fyri, at tað fer ikki at bera til hjá kommunum at lána seg út á sjógv einaferð afturat.

? Tí halda vit, at tað er heilt óneyðugt at varðveita tann kommunala veðhaldsgrunnin.

Hann leggur afturat, at kommunurnar í Býarfelagnum leggja stóran dent á, at kommunurnar sleppa at standa óheftar av hvør øðrum í framtíðini

? Vit halda at tað er neyðugt, at hvør kommuna sær, nú sleppur at stýra sær sjálvari og fær fulla ábyrgd av sínum egnu viðurskiftum, og tískil eisini sleppur at samráðast um sína egnu skuld, óheft av øðrum kommunum

? Vit halda sostatt ikki, at tað er nøkur gongd leið at halda fram at greipa allar kommunurnar saman, sum tær vórðu, tá ið hendan avtalan um skuldina varð gjørd-og sum Kommunufelagið leggur upp til, tá ið tað vil varðveita grunnin, sigur Jákup Lamhauge.