Vit noyðast at taka ábyrgd

Føroyska samfelagið manglar útgerð at basa oljudálking. Tað staðfestir frágreiðingin ”Føroyar - eitt land í Arktis”, sum varð handað løgmanni í gjár.

Frágreiðingin vísir til uppskot til tilbúgvingarætlan fyri oljubasing á sjónum, sum Landsverk og Umhvørvisstovan gjørdu fyri nøkrum árum síðani. Talan er um eina ætlan, sum fevnir um ábyrgdarøkið hjá landinum, sum er sjóøkið innanfyri 200 fjórðingar og heilt inn til havnaløgini í kommununum. Tilbúgvingarætlanin vísir á, at føroyska samfelagið manglar útgerð fyri 14 milliónir krónur.

Men hví standa Føroyar og mangla hendan pakkan fyri 14 milliónir krónur?

- Tað er ein góður spurningur. Kommunurnar hava nakað av útgerð, men hon er mest roknað at taka sær av dálking inni í havnum og á firðum, sigur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í Innlendismálum, sum varar av umhvørvinum.

Landið eigur nakað av oljusperringum at taka sær av smærri oljuóhappum. Men tað er greitt, at Føroyum vantar ein fyrstahjálpspakka á umleið 15 milliónir krónur.

- Tað hevur ikki verið møguligt at fingið játtan til tað á fíggjarlógini, sigur Kári P. Højgaard.

Ferðslan av tangaskipum í føroyskum øki er økt muinandi seinastu fáu árini, so spurningurin er, um føroyingar ikki hava skyldu at hava eina nøktandi tilbúgving.

- Tað er greitt, at eingin keta er sterkari enn veikasta liðið. Og sum ein siglandi tjóð, og sum eitt land við nógvari skipaferðslu í økinum, so hava vit sjálvsagt okkara skyldur. Men tað er greitt, at hendir ein størri vanlukka, so eru Føroyar ikki til reiðar at taka ímóti einari slíkari, men tað rokni eg heldur ikki við, at okkara grannalond eru, sigur Kári P. Højgaard.

Hann metir tí, at tað rættasta hevði verið ein felags tilbúgving.

- Hetta frítekur tó ikki Føroyar fyri at hava ein størri fyrstuhjálparpakka enn sum er, tí tá talan er um oljuvanlukku, eru teir fyrstu tímarnir so ómetaliga avgerandi fyri, hvussu umfatandi oljudálkingin verður, sigur Kári P. Højgaard.

Tilbúgvingin á havinum er tvídeilt við tað, at Innlendismálaráðið stendur fyri tí partinnum, sum hevur við umhvørvið at gera, meðan Fiskimálaráðið stendur fyri Leiting og Bjarging. Er tað ein nøktandi støða?

- Tað týdnikngarmiklasta er, at okkara tilbúgving virkar, tá brúki er fyri henni. Vaktar- og Bjargingartænastan hevur skipini, tá brúk er fyri teimum, meðan Landsverk hevur uppgávuna at skipa tilbúgvingini. Vit hava havt skeiðir fyri teimum fólkunum, ið taka sær av hesum, og nakað av útgerð er tøk. Og tað, sum manglar í hesum, er tann stóri pakkin, sigur Kári P. Højgaard.

Hann sigur, at eitt, sum hann beit merki í í sambandi við álitið um Arktiska økið var, at løgmaður boðaði frá, at álitið skuldi føra til eitt orðaskifti í Løgtinginum.

- Eg haldi, at tað er sera týdningarmikið, at hetta orðaskifti er at varpa ljós á tað ábyrgdina, vit hava í samband við tilbúgving, og at vit fáa neyðugu játtanina til ta útgerð, ið krevst, sigur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í Innlendismálum.