Vit oyða náttúruna

Seinastu 65 milliónir árini hevur mennsikjan ongantíð oytt so nógv djóra- og plantusløg sum í hesum tíðum.

Á havbotninum hvørva koralrivini, og á landi minkar frumskógurin í hvørjum. Samstund hvørva fleiri djórasløg, og tað er menniskjan, sum hevur skyldina, sigur ST. Rætt er tað, at djóra- og plantusløg eru horvin fyrr, men tað var ikki av mannaávum, skrivar Politiken. Serfrøðingar siga, at fleiri djóra- og plantusløg vórðu útruddað fyri ávikavist 65, 205, 250, 375 og 440 milliónum árum síðani, men tær ferðirnar hendi tað av eldgosum, samanstoytum millum Jørðina og stórar rúmdarsteinar og og stórum veðurlagsbroytingum.

Í dag er øðrvísi, sigur ST og vísir á, at nú eru tað dálking, skjótt veksandi býir og tann veksandi hitin á Jørðini, sum gera enda á djóra- og plantusløgum í heimshøvunum og á landi.