Samkoma
Millum tey, ið komin vóru saman í leguhúsinum í Nesvík seinnapartin týsdagin, vóru bæði kend og minni kend andlit - prestar, missiónsfólk, umboð fyri stovnar og viðskiftafólk hjá heimamissiónini.
Longu í rúmligu gongini sást, at her var rættiligur hátíðardámur yvir degnum. Tvey borð á tremur við blómum, gávum og heilsanum til fráfarna og komandi skrivaran.
Røður vórðu hildnar, har tøkkir vórðu bornar Tom og familju hansara fyri trúgvu tænastuna ? og heilsanir og góðynski borin Vagni, nú hann verður aðalskrivari hjá missiónini.
Øll, ið stukku inn á gólvið, fingu góðan og vælsmakkandi pinnamat, sum stóð á vakurt prýddum borðum við blómum.
Petur Hans Hansen og Thomas Dam spældu og sungu vakrar sangir, sum settu sín serstaka dám á løtuna.
Prestur takkaði
Tað var Bergur Debes Joensen, prestur, sum vegna høvuðsstýrið fyri Kirkjuligu Heimamissiónina bjóðaði vælkomin.
- Tað er sera hugnaligt at síggja so mong, sum komin eru bæði nær og fjar. At vera saman við vinum og kenningum, er hugnaligt, og gleðiligt er eisini at síggja umboð fyri stovnar og viðskiftafólk annars. Tøkk skulu tit hava, sum hava leitað tykkum norður um brúnna í dag.
Bergur segði, at fyri jól varð greitt, at aðalskrivaraskifti var í umbúna í heimamissiónini. Eftir ætlan vildi Tom vera í starvinum til 1. januar í ár ? ella, til annar aðalskrivari varð funnin.
- Aðalskrivaramálið var til viðgerðar nakrar ferðir í høvuðsstýrinum, men sum kunnugt, hanga aðalskrivaraevni ikki á trøunum. Og tó; í dag skulu vit so siga aðalskrivaranum í skjótt 9 ár, Tom Skaale, farvæl og takka honum fyri tíðina, samstundis sum vit bjóða nýggja skrivaranum, Vagn Foldbo, vælkomnum.
Dugnaligur skrivari
Bergur segði, at bæði tá ið Tom var í Keypmannahavn og í Eliaskirkjuni, var hann væl lýddur og hevði stóra ábyrgd.
Prestur vísti til orðini í Gal. 6,2, har skrivað stendur: "Berið byrðar hvør hjá øðrum".
Hann helt fyri, at tað besta í hesum orðum er samanhangurin, sum hetta versið skal skiljast í. Samanhangurin er nevniliga Jesu orð í Matteus-evangeliinum, 11,28: "Komið higar til mín øll tit, sum arbeiða og ganga undir tungum byrðum, og eg vil veita tykkum hvílu."
- Vit kunnu bera, tí vit vera borin. Og vit bera bara í tann mun, vit verða borin. Tað, vit hava, hava vit fingið. Eisini tað, vit hava fingið at virka og tæna við. Evnini hava vit fingið frá skapara okkara í føðingargávu. Heilaga andan og andans gávur í frelsugávu. So, alt gott er frá Gudi, og tí hevur hann alla æruna fyri tað, sum Tom hesi ár hevur avrikað innan heimamissiónina.
Við-og mótspæl
Og Bergur helt fram:
- Høvuðsstýrið takkar tær hjartaliga fyri tann vilja, tað nærlagni og ta orku, tú hevur lagt í starvið sum aðalskrivari okkara. Tú hevur roynst høvuðsstýrinum ein sera góður skrivari. Arbeiðssamur, skjótur og framsíggin hevur tú verið. Tað takka vit tær fyri.
Bergur segði seg samstundis vóna, at bæði høvuðsstýrið
og hann sum formaður hava givið Tom neyðugt við-og mótspæl hesi árini, hann hevur verið aðalskrivari.
Prestur ynskti Tom signing við nýggju størvunum og bað hann ansa væl eftir sær sjálvum. Samstundis heitti hann á kirkju-og missiónsfólk í Havn, har Tom nú verður virkin, um at taka væl ímóti honum.
- Bøn og menniskjanslig umsorgan er alneyðug fyri starvsfólk í Guðs tænastu, segði hann.
Stór gleði?
Formaðurin í høvuðsstýrinum vendi sær síðan til Vagn Foldbo og ynskti honum vælkomnum ? aftur.
- Tú hevur verið í starvi hjá okkum áður. Tú ert høvuðsmaðurin aftanfyri missiónssangbókina, sum vit ikki kunnu liva fyriuttan.
Bergur segði, at gleðin í høvuðsstýrinum var stór, tá ið Vagn boðaði frá, at hann tók við starvinum sum aðalskrivari.
- Vit kenna teg á so mongum økjum. Tú er kendur í Leirvík og økinum har fyri kórarbeiði ? og eisini um landið við leikluti tínum á sangskeiðum. Vit hava sæð teg í heimamissiónini við uppsetingararbeiði og í Bláa Krossi. At tú so eisini hevur verið við í stýrisarbeiði í Leivíkar missiónshúsi, barnaarbeiði og hevur regluliga havt møti, er eisini gott og gagnligt, nú tú ert vorðin aðalskrivari, segði Bergur.
Prestur vendi sær síðan til starvsfólkini hjá heimamissiónini, landsnevndarlimir, stýrir og missiónsfólk um landið:
- Takið Vagn og familju hansara - Sólrun, Kristinu og Ólivar ? til tykkum og biðið fyri teimum!
Sáa og væta
Bergur vendi sær at enda aftur til Vagn Foldbo.
- Nú ert tú starvsfelagi okkara í landsarbeiðinum hjá heimamissiónini ? tú ert okkara dagligi oddamaður. Men minst til, at ert tú starvsfelagi okkara í kristiliga arbeiðinum hjá missiónini, ert tú eisini Guðs starvsfelagi. Vit eru Guðs starvsfelagar og starvsfelagar hvør hjá øðrum.
Prestur vísti á, at tey, sum eru í Guðs tænastu, kunnu bert
sáa og væta, sum Paulus skrivar í korintbrøvunum.
- Tað er Guð, sum gevur vøkstur. Vit kunnu bera byrðar, men tað er ein, sum ber okkum og allan heimin ? hendan heim, sum Kirkjuliga Heimamissiónin er sett at virka í, segði Bergur Debes Joensen, formaður í høvuðsstýrinum.