- Vit sakna teg sáran, Finnur

- Tá vit líta aftur á árið, sum er farið, hugsa vit eisini um fólk, sum hava stríðst saman við okkum, men sum ikki eru millum okkum longur, segði Høgni Hoydal, floksformaður, tá flokstingið mintist farnar stuðlar

Floksting

 

Í síni formansfrágreiðing nam Høgni Hoydal eisini við kenslurnar, sum renna fram, tá litið verður aftur á árið, sum er farið, síðan flokkurin helt seinasta floksting við Gjógv fyri einum ári síðan.

- Fólk, sum hava stríðst saman við okkum og fyri okkum, eru ikki millum okkara longur. Okkara tankar leita til teirra við takksemi – og okkara hjørtu leita til teirra næstu við samkenslu. Eg fari at loyva mær at nevna serstakt tingmann okkara og sosiala stríðsmannin, Finn Helmsdal, ið so bráddliga noyddist at leggja árarnar inn.

Og Høgni Hoydal legði aftrat:

- Vit sakna teg sáran, Finnur, og lova tær, at títt stríð, tínar hugsjónir og tíni avrik, skulu næla, veksa og bera frukt. Vit finna ugga í vísdómsorðunum: Heldur missa teg enn ongantíð at hava kent teg, legði hann aftrat.

Á flokstinginum í Skálavík reistist fundarfólkið og mintist tey, sum mist eru, í tøgn eina stund.