Helen á Lakjuni hjá ÍF var ovurfegin eftir avgerandi sigurin á SÍ í seinasta umfarinum. Hon helt, at blokurin og servurnar vóru avgerandi henda dagin.
- Nógv riggaði hjá okkum í dag. Vit høvdu góðan blokk, og so vóru servurnar sera góðar. Vit servaðu tær út, so teirra spæl ikki koyrdi.
Tað er einki yvir at dylja, at spælararnir hjá ÍF hava nógv fleiri royndir enn unga SÍ-liðið, og hetta helt Helen eisini hevði stóran týdning í dystinum.
- Nógvar av okkum eru avgamlar, meðan tær allar eru rættiliga ungar, so sjálvandi hevur rutinan nakað at siga í einum slíkum dysti. Fleiri av okkum hava jú verið í hesi støðuni fyrr.
Helen helt eisini, at vinnarin var tann rætti, og hon frøddist um góðu undirtøkuna frá áskoðarunum henda gulldagin á Kambsdali.
- Tað er ótrúliga stuttligt at vinna FM á heimavølli frammanfyri so nógvum áskoðarum. Teir vóru avbera góðir í dag. Annars haldi eg, at meistarin var tann rætti. Tað hevur gingið væl hjá okkum í ár, so hetta var ikki so gali.