Vit skatta okkara borgarar av landinum

Ber tað til at tosa um eitt vælferðarsamfelag, tá okkara familjur ikki fáa gerandisdagin at hanga saman?

Kanning hevur staðfest, at Føroyar er eitt tað dýrasta landið at liva í í heiminum. Kostnaðarstøðið og skattatrýstið er ovurstórt. Sum løtan er í dag missa fólk hugin yvirhøvur at fara til arbeiðis, tí skattabyrðan er alt ov høg. Av hvørjum 100 krónseðli eru góðar 30 kr. eftir at liva fyri, tá íð skattur og avgjøld er tikin av. Hetta er ikki vegurin at ganga. I løtuni skatta vit okkara borgarar so nógv, at vit beinleiðis dríva teir av landinum, heldur enn at eggja teimum at vera verandi. Um vit skulu venda búskaparligu gongdini og fáa fólk at venda heim aftur til Føroyar, verða vit noydd til at gera tað liviligt og lønsamt. Tað er neyðugt at gera munandi radikalar broytingar á skattaøkinum, so vit eggja fólki at arbeiða. Tað skal kunna løna seg at arbeiða, at taka eitt eyka tak, at taka nakrir eyka tímar, nakrar eyka vaktir, so tann einstaka familjan kann fáa endarnar at røkka saman og forsøta sær lívið. Tað er ikki gott nokk bara at siga, at skatturin ikki hækkar, hann er longu vorðin ov høgur. Landsstýrið hevur tíverri ongar ætlanir um at lækka skattabyrðarnar hjá føroyingum. Her má vend koma í.
Tað ber ikki til at tosa um vælferð í generellum vendingum, og at vit skulu hava eitt vælferðarsamfelag, tá ið okkara familjur liggja í skeljaskori, tí tær ikki hava ráð at halda hús og heim. Somuleiðis er tað við einligum forsyrgjarum. Her eru heldur ikki nakrir batar at hóma í ætlanum landsstýrisins, tí sum vit vita, er tað sera trupult hjá hesum bólki yvirhøvur at liva í Føroyum. Tó skal sigast, at eg fegnist um intentiónirnar við einum komandi bústaðarpakka, sum kann veita lágløntum og støkum uppihaldarum v.m. ein hóskandi bústað. Vónandi ber hendan ætlan á mál. Samanumtikið hevur politiska skipanin mist følingina við tí vanligu familjuni og støkum forsyrgjarum og teirra livistøðu. Tað er gott at hava yvirskipaðar visjónir fyri eitt vælferðarsamfelag, men um vit ikki fáa teir smáu týðandi lutirnir at virka, og t.e. tann einstaka familjan og vanligi føroyingurin, sum ikki fær sín gerandisdag at ganga upp í eina hægri eind, tá kunnu vit ikki tosa um vælferðarsamfelag, sum er ført fyri at kappast við onnur vælferðarsamfeløg. Ein grundleggjandi fortreyt fyri búskaparvøkstri er fólkavøkstur. Lata vit standa til, leggja fleiri skattir og avgjøld á okkara borgarar skulu vit neyvan vænta nakran fólkavøkstur og harvið búskaparvøkstur. Tí skal vælferðin hins einstaka setast í hásæti.
Brot úr røðu hjá undirritaðu í samband við viðgerðina av løgmansrøðuni 2011