Vit skulu brúka næsta ár upp á at basa harðskapi

Vit skulu útrudda harðskap í Føroyum, sigur løgtingskvinna

Við stoltleika skulu vit - øll í felag - útrudda harðskap í Føroyum. Tað er boðskapurin hjá Rósu Samuelsen, tingkvinnu fyri Sambandsflokkin, sum eisini er í samgongu.

 

Í einum brævi í dag ger hon greitt, at harðskapur í parlagi og í familjum, skal steðgast. Hon sigur, at sjálv fær hon søgur frá kvinnum um harðskap í heiminum og hon sigur, at teirra lagnusøgur eru einki annað enn skelkandi.

 

– Vit skulu ongantíð góðtaka, at nakar er fyri harðskapi, ella verður noyddur at vera áskoðarar til likamligan, sálarligan ella kynsligan ágang, hvørki sum barn ella sum vaksin, sigur hon.  Hon vísir á, at vit hava ongi beinleiðis hagtøl í Føroyum, men tøl frá løgreglu og barnaverndum eru ein ábending, men tey eru bara tindurin á ísfjallinum.

 

– Vit hava greiðar ábendingar um, at sálarligur, likamligur ella kynsligur ágangur ikki minkaður niður í onki. Verður hugt eftir hagtølunum hjá barnaerndunum, vóru 42 mál av hesum slagi í 2017, í 2018 vóru 85 mál og 71 mál vóru í 2019. Tølini fyri 2020 eru ikki tøk enn. 

 

Í eini spurnarkanning, sum er gjørd í Føroyum, eru umleið 2.000 tilvildarliga vald fólk í aldrinum 18-75 ár spurd, og umleið 1.100, ella 51prosent, hava svarað. Meira enn ein triðingur av teimum søgdu seg hava verið fyri onkrum slagi av harðskapi, og meira enn fimti hvør hava verið fyri kynsligum ágangi. Rósa Samuelsen heldur, at hetta eru ræðandi tøl. 

 

Hon heldur, at spurningurin er, hvar fólk vænta, eftir at tey hava svarað spurningunum. Hon sigur, at nú hava vit sagt A, so nú er eisuni neyðugt at siga B eisini. Í kanningini síggja vit, at fleiri eru undir Almannaverkinum og hon heldur, at Almannaverkið eigur at hava samband við hesar málbólkar, og veita teimum ráðgeving, stuðul og hjálp. 

 

Verður hugt víðari, so eru tað eisini fleiri í kanningini, sum eru í  barnsburðarfarloyvi. Hetta eru mammur við pinkubørnum, sum hava tað ringt. Til hesar kvinnur eiga heilsufrøðingar at koma inn í myndina og veita ráðgeving og hjálp, heldur løgtingskvinnan.

 

 – Vit mugu koma burturúr, at tað er skomm at verða fyri harðskapi. Tað kann raka ein og hvønn, tí harðskapur er í øllum samfelagsløgum, sigur hon. Men tann, sum fremur harðskap, hevur eisini brúk fyri hjálp, ella heldur harðskapurin bara fram. 

 

– Vit eiga at gera 2022 til árið, har ljós verður varpað ljós á harðskap og kynsligan ágang, við boðskapinum um at basa tí – og til at krevja eina null-hugsjón á hesum økinum.  Skomm og skuldarkenslur skulu ruddast av vegnum og við stoltleika skulu vit - øll í felag - útrudda harðskap í Føroyum, sigur Rósa Samuelsen.