Næsta ár eigur at verða síðstu ferð

Hetta ein spurningur um vit vilja hava eina ljósan tíma afturat um morgunin, ella um kvøldið, sigur løgmaður

Aftur í kvøld skulu vit flyta klokkuna. Sostatt skal klokkan flytast ein tíma fram, so at vit fáa summartíð. Tað er Bárður Nielsen, løgmaður, sum hevur skrivað undir kunngerðina um, at vit skulu flyta til summartíð í nátt. Men so skulu vit eisini flyta klokkuna ein tíma aftur í heyst, so at vit fáa vetrartíð.

 

Men stendur tað til hann, verður tað í mars mánað næsta ár, at vit flyta klokkuna fyri seinastu ferð.

 

– Eg haldi at Føroyar skulu hava eina varandi summartíð, sigur hann. Gera vit tað, sleppa vit undan at skifta tíðina tvær ferðir um árið, men so fáa vit fáa ein tíma av dagsljósi afturat seinnapartar um veturin, og vit fáa somu klokkutíð sum alt Evropa helvtina av árinum.

 

Tey flestu av okkara grannalondum skifta eisini ímillum vetrartíð og summartíð, men nú verður tað umrøtt í ES, um at halda seg til somu tíð alt árið. Og løgmaður heldur, at hetta er eitt kjak, vit eisini eiga at taka í Føroyum.

 

Tá ið skipanin við summartíð og vetrart kom í 1980, var trupulleikin, at Føroyar vóru tveir tímar aftanfyri londini í Evropa og at skrivstovutíðirnar í Føroyum og hjá grannalondunum, bara vóru tær somu í tríggjar tímar um dagin, ella tríggjar og ein hálvan tíma í besta føri.

 

Við at seta summartíð í gildið í Føroyum varð sostatt ein heilur tími lagdur afturat, har vit kundu hava telefonsamband við útheimin.

 

Men í dag er samskiftið nógv broytt og tí eiga vit at spyrja, um vit ikki skulu avtaka skipanina.

 

Skulu vit gevast við at skifta millum summar- og vetrartíð, mugu vit velja, um vit skulu aftur til vanliga tíð, sum er vetrartíð, ella um vit skulu gera summartíð alt árið.

 

– Eg skjóti upp, at vit fáa summartíð alt árið, sigur løgmaður. Tá ið vit skifta frá vetrartíð til summartíð, taka vit fyrsta tíman av dagsljósi um morgunin, og leggja hann afturat um kvøldið í staðin. Gjørdu vit ikki hetta, hevði sólin komið upp longu klokkan hálvgum trý um náttina Av tí at vit flyta klokkuna, kemur hon upp klokkan hálvgum fýra. Vit missa sostatt ein tíma av dagsljósi tíðliga á morgni, men fáa hetta ljósið aftur um kvøldið.

 

Tá ið vit hinvegin skifta frá summartíð til vetrartíð, taka vit tíman aftur frá kvøldinum og leggja hann afturat morgninum. Løgmaður heldur, at føroysku vetrardagarnir eru so stuttir, at tað fyri nógv kann gera tað sama, nær dagsljósið liggur. Men fyri onnur er tað uttan iva ein fyrimunur, at tímin við dagsljósi er seinnapartin á hávetri heldur enn um morgunin.

 

– Hetta verður sostatt ein spurningur um vit halda at dagsljósið hevur størst virði um morgunin ella um kvøldið, sigur Bárður Nielsen. Hansara uppskot er, at vit fáa summartíð alt árið. Vit fara sostatt at hava somu tíð sum londini á meginlandinum í Evropa um veturin, men vera ein tíma aftanfyri tey um summarið.

 

– Avgerðin skal ikki takast alt fyri eitt, men eg haldi at vit í Føroyum eiga at taka eitt kjak um hetta. Og kanska verður 26. mars næsta ár, síðstu ferð at vit skifta til summartíð, sigur Bárður Nielsen.

 

 

 

Søgan um summartíð og vetrartíð

 

Tá ið ymisk lond fóru at skifta ímillum vetrartíð og summartíð, var tað fyri at fáa sum mest burtur úr dagsljósinum. Javnvágin ímillum dagsljós og arbeiðstíðirnar hjá fólki høvdu ein stóran orkusparandi týdning.

 

- Longu í 1784 skeyt gitni amerikanski uppfinnarin og politikarin, Benjamin Franklin, upp at seta eina slíka skipan í verk fyri at spara uppá kertuljósini. Hann kallaði skipanina ”daylight saving”

 

- Fyri góðum 100 árum síðani settu tey fyrstu londini eina slíka skipan í verk. Nøkur av teimum vóru Nýsæland, Týskland, Eysturríki-Ungarn og Bretland.

 

- Fleiri lond gjørdu tað sama upp gjøgnum 20. øld, og serliga eftir orkukreppurnar í 1973 og 1979.

 

Í Føroyum var tað í 1980, at vit fingu vit skipanina við summartíð og vetrartíð.