- Vit skulu hava dirvi at hugsa langskygt

Tað sigur borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Karl H. Johansen, sum júst er komin heim aftur av einum søguligum túri í Berlin.

- Tað er trupult at lýsa upplivingina í Berlin seinastu dagarnar. Áðrenn farið varð úr Føroyum, vóru tað tey fæstu, sum høvdu ímyndað sær ein slíkan lagnudyst ímóti Noregi, og tveir væl leiktar dystir ímóti Slovenia og Póllandi.

 

Borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu heldur fyri, at gamaní vóru vónirnar til hetta unga føroyska landsliðið góðar, tí leikararnir ferð eftir ferð hava víst sínar dygdir, men vit vistu eisini, at mótstøðan hesaferð var størri enn nakrantíð áður.

 

- Eg havi havt áhuga fyri hondbólti alt mítt lív. Havi sjálvur leikt hondbólt í nógv ár og tey árini, har eg ikki havi spælt, havi eg hugt og stuðlað ítróttinum.

 

Karl Johansen vísir á, at hann frá sínum royndum veit, at tað er ein tungur burður hjá ítróttarfeløgum og sambondum at reka eitt ítróttarfelag.

 

- Tað krevur nógva orku at fáa endarnar at røkka saman, og tí kann tað tykjast enn meira trupult at seta sær stór mál. Men, hetta hava eldsálir í Hondbóltssambandi Føroya havt dirvi til, og eitt úrslit av hesum eru avrikini í Berlin.

 

Tað er onki at ivast í, heldur borgarstjórin fyri, at upplivingin í Berlin kemur at standa sum ein av teimum heilt stóru varðunum í ítróttarsøgu Føroya.

 

- Felagsskapurin, sum eisini hevur víst seg millum føroyingarnar hesar seinastu dagarnar, var heilt sermerktur, og staðfestir hetta eisini týdningin av einum góðum felagsskapi. Hetta er sanniliga nakað, sum ítróttaheimurin eisini hevur fingið at merkja, og hevur tað sæst aftur í altjóða miðlum.

 

Karl Johansen vísir á, at á ferðini í Berlin hevur hann hitt gamlar kenningar, og hann hevur prátað við nógv góð fólk, bæði um hondbólt, politikk og alt har ímillum.

 

- Eg kann ikki siga annað enn, at eg gleðist saman við øllum føroyingum um hetta heilt fantastiska bragd, sum manslandsliðið saman við øllum rundan um teir, hevur framt.

 

Borgarstjórin sigur, at enn einaferð hava vit lært, at tað tænir okkum at hugsa langskygt.

 

- Vit skulu tí hava dirvi til at taka stig til mál, sum ikki geva úrslit her og nú, men sum koma at tæna og menna eitt framtíðar samfelag. Nú vóni eg, at vit fara síggja hondbóltslandsliðið til fleiri EM endaspøl í framtíðini, og at hondbóltsmenningin heldur fram í feløgunum kring alt landið.

 

Og at enda tekur borgarstjórin, Karl H. Johansen, soleiðis til:

 

- Latið dirvið og miðvísa arbeiðið hjá Hondbóltssambandi Føroya verða ein íblástur til okkum øll. Koyr á Føroyar!