Vit skulu hyggja allastaðni bæði til Hoyvíkar og til Kollafjørð

Heildarætlanin hjá Tórshavnar kommunu:

Nú var Bogi Andreasen, varaborgarstjóri hjá Tórshavnar kommunu, frammi í miðlunum herfyri um framtíðarætlanina fyri Tórshavnar kommunu. Bogi Andreasen er saman við 3 øðrum býráðslimum valdur í stýrisbólkin fyri okkara býarætlan sum er fram til 2030.
Hesin stýrisbólkur hevur sum høvðusmál at hyggja eftir tí heildarætlan, sum er gjørd fyri Tórhavnar kommunu fyri nøkrum árum síðani og fyri síðani at føra ætlanina út í lívið.
Við omanfyrnevnda vil eg loyva mær at endurgeva hetta brotið úr greinini hjá Boga »Um vit taka sjálvan høvuðsstaðin, so hevur undanfarnu árini nokk so stórur dentur verið lagdur á Hoyvík, har eisini nógv er komið á mál, men nú verður haraftrat hugt meira at Argjum, vesturbýnum og miðbýnum, so vit fáa eina góða og berandi heild tey mongu komandi árini.« endurgeving endar. Men eg eri ikki heilt samdur her Bogi.
Neyðugt við politiskari raðfesting allastaðni í kommununi og enn er langur vegur á mál.
Nei, her eri eg ikki heilt samdur við Boga, sum er mugu vit raðfesta til Hoyvíkar og aðrastaðni við. Vit mugu hyggja allastaðni hjá Tórshavnar kommununa og gera politiska raðfestingfyri alla kommununa har eftir.
Ein góður máti er eisini sum Bogi vísur til í sínari grein herfyri, at stýrisbólkurin vil hoyra hvat í borgararnir kundu hugsa sær og tí kommunuplanurin verður gjørdur fyri øll. So her kann bara gott koma búrtúr við opinleika, heildardemokratinum og har fólkið fær ávirkan á heildarætlanina fyri Tórshvanar kommunu.
Í Hoyvík vantar framvegis nógv, tað hevði verið gott, um Hoyvík fekk eitt ungdómshús sum var opið hvønn dag og ikki bert í tríggjar dagar um vikuna sum nú er.
Í ungdómshúsinum KLUBB 188 í Hoyvík hava verið upp til 140 vitjandi per kvøld. Tað sigur alt um, at tørvurin er tilstaðar við hesum rúsfría og fyribyrgjandi tilboði til ungdómin. Trupulleikin er bara, at bygningurin sum KLUBB 188 húsast í, hevur fleiri funktónir, bæði skúli, serstova, frítíðarskúli og nú eisini klubb 188. So her má gerast eitt tilboð, so at tey ungu kunnu koma til hvønn dag.
Eisini vantar ein nýggjur fótbóltsvøllur til FC-Hoyvík, betri kor til vinnulívið og til barnafamiljurnar í Hoyvík. So her má politiska nøsin venda rætta vegin, eisini fram og eftir 2030. Sum nú er er næstan eingin handil í Hoyvík og tað er ikki rætt og má bøtast uppá. Somuleiðis kundi tað væl verið onkur banki. So her er nógv eftir.
Í Kollafirði eru tíbetur pengar settur av til ungdómshús og betri bussleið av fíggjarlógini í ár.
Um vit taka Kollafjørð, so hendir okkurt í ár, men enn er langur vegur á mál, og úrslitini skulu eisini síggjast skjótt. Somuleiðist hevur KÍF brúk fyri betri hølisviðurskiftum til fundarvirksemi og venjingarhøli, havi eg skilt á kollfiringum.
Tað sum er mest átrokandi í Kollafirði er útstykking, eitt nýtt vatnverk, nýggjur dagstovnur/frítíðarskúli og skúlatryggan veg rundan um skúlan í Kollafirði og gamli bygdavegurin.
Vit mugu ikki gloyma útjaðaran.
Vit hava eisini fleiri smærri økir sum Norðasta Horn, Velbastaður, Kaldbak, Signabø og Nólsoy, sum vit eisini skulu taka hædd fyri. Vónandi verður hesin partur av kommununi ikki gloymdur, tá ið stýrisbólkurin fer til verka við heildarætlanini fyri Tórshavanar kommunu, sum var gjørd fyri nøkrum árum síðani.
Miðbýurin er ein umráðandi partar av heildarætlanini hjá Tórshavnar kommunu.
Serliga haldi eg, at vit skulu fáa ein livandi miðbý við ungum fólki, lesandi, handilslívið, menturnartiltøk, telducafé, internetmøguleikar og ikki minst nóg mikið av parkeringsplássum, men við einari bilfríari handils- og gongugøtu. Serligan áhuga havi eg í at Vágsbotnur verður ein nýggj »Nýhavn« við skapandi lívi og handlum og ikki sum nú er við skrivstovubygningum hjá tí almenna. Har sakni eg góðar handlar og caféir í niðastu hæddini og ung lesandi kunnu flýta inn í ovastu hæddirnar, har sum núverndi skrivstovubygningar eru.
Tí ræðumyndina kenna vit og tað er fólkafráflyting, sum longu er byrjað at gera um seg. Á Argjum sakni eg seliga eitt ungdómshús.
Men vit mugu hyggja og gera politiskar raðfestingar allastaðni i kommununi, serliga í Hoyvík og í Kollafirði og eisini fram til 2030 og tíðina eftir tað.
Men tað er gott at hesin stýrisbólkur nú fer til verka, men umráðandi er at øll kommunan verður líka væl stilla.