Vit skulu ikki vera blíð við Sea Shepherd

Tað er ongin orsøk hjá føroyingum verða blíðir við fólk, sum gera seg inn á okkum

- Tað er ongin sum helst orsøk til at føroyingar vísa fólki, sum gera seg inn á okkum, blíðskap.

 

Tað heldur Regin Jespersen, nevndarlimur í Grindamannafelagnum. Hann vísir kortini á, at her tosar hann bara fyri seg seg sjálvan, og ikki fyri felagið.

 

Annars eru nógvar meiningar um, hvussu føroyingar skulu bera seg at ímóti fólkunum frá Sea Shepherd, sum koma higar við við tí endamáli at forða fyri grindadrápi.

 

Og meiningarnar eru rættiliga ymiskar. Summi siga bart út, at tey skulu tveitast av landinum. Onnur halda, at vit skulu seta hart ímóti hørðum og vera líka ágangandi ímóti teimum, sum tey eru ímóti okkum.

 

Og so eru tað summi sum halda, at talan er ikki um annað enn góðtrúgvnan ungdóm, sum vit eiga at vera góð við, og vísa ektaðan, føroyskan blíðskap og vísa teimum okkara vakra og stórfingna land.

 

Regin Jespersen er ein av teimum, sum heldur, at vit skulu avgjørt ikki vísa teimum blíðskap.

 

- Hetta eru fólk, sum koma higar við tí endamáli at gera seg inn á okkum, og at forða okkum í okkara lógliga virksemi. Tí er avgjørt eingin orsøk til at vísa teimum blíðskap.

 

- Eg hevði heldur ikki verið góður við fólk, sum komu inn á mítt matrikkulnummar og hótti við at órógva meg í tí lógliga virksemi, eg hevðist at heima hjá mær sjálvum.

 

- Somuleiðis er ongin orsøk hjá føroyingum at vera blíðir við fólk, sum koma higar og hótta við at bróta føroyska lóg, leggur hann afturat.

 

- Nei, vit vit skulu ikki vera góð við tey. Koma tey í neyð, skulu vit hjálpa teimum burtur úr neyðini, men heldur ikki meiri enn tað, sigur Regin Jespersen.

 

Hinvegin leggur hann dent á, at vit fara siðiliga fram og ikki leggjast á tey heldur.

 

- Og skuldi tað hent, at tey eru ágangandi ímóti okkum, skulu vit framvegis vera siðilig og ikki taka lógina í egnar hendur, men lata løgregluna taka sær av málinum, leggur hann afturat.

 

- Vit skulu ikki geva teimum nakran møguleika at finnast at okkara atburði. Tvørtur ímóti skulu vit lata fullkomiliga sum luft, heldur Regin Jespersen.