Vit skulu satsa stórt upp á KT

Vit brúka tað hvønn dag. Tá vit koyra bil, keypa inn, spæla spøl, samskifta við vinir og familju, deila upplýsingar frá telefonini ella keypa ein pakka úr Kina, spælir KT ein týðandi leiklut.

 

Kunningar- og samskiftistøkni er allastaðni, og er ein inngrógvin partur av okkara lívi og gerandisdegi. Nógv av tí hava vit beinleiðis samband við, men tað er eisini nógv tøkni, sum arbeiðir fyri okkum hvørt sekund, uttan at vit vita av tí, ella geva okkum far um tað.

 

Tað eru sera nógvir fyrimunir við Kunningartøkni. KT-skipanir kunnu gera vinnulívið meira effektivt, lætta um samskifti millum tað almenna og borgaran og gera sambandið millum útbjóðarar og eftirspyrjarar av einari tænastu lættari. KT hevur eisini ein ovurhondsstóran undirhaldsmarknað. Og KT fer bara at vaksa sum vinnugrein kring heimin. KT verður nýggjasta ídnaðarkollveltingin. Hesuferð skal Føroyar ganga fremst í kollveltingini.

 

KT-vinnan skal vaksa sum vinnugrein í Føroyum. KT-vinnan krevur lítið og onki náttúrutilfeingi, og hevur ein altjóða marknað. Møguleikarnir eru tískil at kalla óavmarkaðir. Og førleikarnir hava vit longu.

 

Vit kenna sólskinssøguna um Heina Zachariassen, sum stovnaði appina Vivino. Søgan um Depop við Rúnar Reistrup sum fyrrverandi stjóra. Harafturat er ein rúgva av dugnaligum fólkum í Føroyum, sum arbeiða við KT. Men tey eru bert 2,6% av føroysku arbeiðsfjøldini. Tað er alt í verðini ov lítið, og eigur at vera nógv hægri í framtíðini.

 

Aftanfyri alla tøkni liggur eitt undirstøðukervi, sum skal viðlíkahaldast og mennast. Aftanfyri hvørja vøru og tænastu, sum stendur okkum í boðið, eru ein ella fleiri fyritøkur, sum menna og røkja hesar loysnirnar. Hetta kann tískil merkja hundratals hálønt arbeiðspláss fyri føroyskar familjur, og eitt kempistórt útflutningsvirði, um vit velja at satsa uppá eina stóra og sterka KT-vinnu í Føroyum. Tað haldi eg at vit skulu gera.

 

Vit hava sæð góð dømi um verkætlanir, ið skulu stimbra áhugan í og menna KT-vinnuna í Føroyum. GameJam er ein Workshop sum mennir telduspøl, og almenna verkætlanin, Talgildu Føroyar, leggur seg eisini eftir at brúka og førleikamenna føroyska arbeiðsmegi.

 

Vit hava fleiri dugnalig fólk í Føroyum, sum arbeiða við KT, men vinnan kann og skal verða ein nógv størri partur av búskapinum í framtíðini. Í Føroyum er KT-vinnan er bert 2,5% av BTÚ. Hetta eigur at vera væl hægri í framtíðini. Vit skulu miðja eftir at fýrfalda hetta talið til 10% áðrenn 2030!

 

KT-vinnan ber við sær vælútbúna arbeiðsmegi. Virðisskapanin svimur ikki í sjónum, og liggur heldur ikki í undirgrundini. Hon liggur millum oyrini hjá teimum talentríku og klóku høvdunum, sum í dag í alt ov stóran mun leita sær útbúgving og arbeiði aðrastaðni enn í Føroyum. Vit mugu venda gongdini, soleiðis at tað verður spennandi og mennandi at arbeiða við KT í Føroyum.

 

Vit mugu raðfesta KT-útbúgvingar nógv hægri, menna íverksetaraumhvørvi og fíggingarmøguleikarnar. Harafturat eiga vit at førleikamenna okkara ungdóm innan KT nógv fyrr enn vit gera í dag, fyri at stimbra teirra áhuga í hesi alsamt vaksandi vinnugrein. Tí eiga okkara ungu at fáa ein grundleggjandi kunnleika til KT longu í fólkaskúlanum. Forritan í fólkaskúlanum kann stimbra áhugan hjá teimum ungu at velja sær eina yrkisleið innan hetta økið, sum bara fer at vaksa.

 

Vaktrarforum hevur júst gjørt eitt nýtt álit innan KT-vinnu í Føroyum. Í álitinum eru ein rúgva av góðum hugskotum. Nú skal politiska skipanin í arbeiðshandskarnar, fremja tær broytingar, ið kunnu menna okkara KT-vinnu til at møta nýggjastu ídnaðarkollveltingina.

 

Tað er bert ein spurningur um politiskan vilja.

 

Bjarni Kárason Petersen

 

Løgtingsmaður