Íløgur
Framfýsni íløgupolitikkurin hjá Tryggingarfelagnum hevur ikki verið eins væl móttikin allastaðni.
Eitt nú førdi Jørn Astrup Hansen fram í vinnukronikki í mikudagsblaðnum, at leiðslan í Tryggingarfelagnum nú situr á spælur matador fyri peningin hjá tryggingartakarunum.
»Indtil videre er det blevet til et rederi eller to, et par hoteller og adskillige dyneforretninger. Nu mangler man blot er par bryggerier, før pladen er fuld« ljóðaði heldur speiska viðmerkingin frá fyrrverandi bankastjóranum um hetta.
Gunnar í Liða, forstjóri í Tryggingarfelagnum, heldur seg tó væl duga at síggja, hvat býr í reglunum frá Astrup.
- Fyrst og fremst, so haldi eg, at hasin setningurin eina mest lýsir, at Astrup framvegis hevur ein góðan humor. Og at hann sera væl dugir at brúka hendan í sínum viðmerkingum.
Men at eitt tryggingarfelag ger somikið stórar íløgur, sum tit hava gjørt seinastu tíðina. Eigur tað ikki at vera nakað, sum fær tryggingartakararnar at hveppast nakað.
- Tað er rætt, at íløgurnar eru sera stórar eftir føroyskum viðurskiftum. Men tú skalt eisini hugsa um samlaða massan, sum vit hava av íløgum. Her hava vit heilt tilvitað gjørt eina vágaspjaðing, sum vit í allar mátar meta sum forsvarliga. Sjálvandi eru so nakrar íløgur í hesum, sum innihalda størri risici enn aðrar. Til dømis hava vit alla tíðina vita, at íløgan í Smyril Line er vágafús, men í mun til samlaðu íløgurnar, so er hetta altso ikki meira enn 2-3%. Og sjálvur haldi eg, at tað er sunt fyri føroyskt vinnulív, at tú soleiðis hevur ein aktør, sum hevur ráð til at seta somikið munandi upphæddir í eina verkætlann, sum kanska eydnast og kanska miseydnast.
- Alternativt kundu vit jú eisini valt, at latið peningin staðið á bók, ella at bundið alt í lánsbrøv. Tað vildi kanska verið tryggari, men avkastið vildi so verið hareftir. Og framhaldandi hava vit størsta partin av okkara kapitali í tryggum lánsbrøvum. So tað er ikki upp á nakran máta vandi fyri, at vit missa ein veldugan part av samlaðu ognunum, sigur Gunnar. Og hann leggur afturat, at hann heldur ikki dugur at síggja nakað sum helst løgið í, at felagið hevur gjørt stórar íløgur uttanlands.
- Í hasum førinum við amerikanska dýnuhandlinum, eru vit farnir saman við einum virkisfúsum føroyingi, sum áður hevur prógvað sítt dugnasemi á hasum økinum. Sjálvandi er ætlanin so eisini, at hetta er ein íløga, sum kann geva eitt gott avkast, og ger hon tað, so eru tað jú pengar, sum koma aftur til Føroya frá íløgum uttanlands. Og tí dugi eg ikki at síggja nakað galið í, staðfestir stjórin.
Fakta
Spjaðingin í íløgunum hjá TF Holding, er soleiðis.
Lánsbrøv50%
Útlán20%
Bygningar10%
Partabrøv20%