?Ongin verður tvingaður at blíva limur í Starvsmannafelagnum. Tey, sum eru komin uppí, eru komin av fríum vilja.
Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum tekur sær ikki nær av ábreiðslunum, sum formaðuriní einum øðrum stórum fakfelag, Ingeborg Vinther í Føroya Arbeiðarafelag, setir fram ímóti Starvsmannafelagnum í Sosialinum í gjár.
Ingeborg Vinther skuldsetir Starvsmannafelagið fyri at troka seg inn á fakfelagsøkið hjá Føroya Arbeiðarafelag við at royna at fáa dagrøktarmammur upp í Starvsmannafelagið, hóast tær frammanundan eru limir í Føroya Arbeiðarafelag.
?Eg havi aldrin vitað so óloyala framferð allar mínar dagar sum fakfelagsfólk, segði Ingeborg Vinther.
Tað er blivið so vátt í fakfelagsreiðrinum av hesi or-søk, at Føroya Arbeiðarafelag fer nú at gera støðuna upp, og ein avleiðing av tí kann vera, at arbeiðarafelagið tekur seg burturúr samstarvinum, sum sjey av teimum stóru fakfeløgunum hava í Sjeymannabólkinum.
Tvinga ongan upp í
Men hesar atfinningar tekur formaðurin í Starvsmannafelagnum ikki at sær.
?Vit stjala ongar limir tí tey, sum eru komin uppí Starvsmannafelagið, eru komin av fríum vilja, sigur Gunnleivur Dalsgarð.
Hann sigur, at fakfelagsliga hava dagrøktarmammurnar verið forsømdar so tað munar. Og tað er harmiligt, at ein so stórur og týðandi bólkur hevur verið uttan lóg og rætt øll hesi árini.
? Heldur Ingeborg Vinther, at dagrøktarmammurnar hoyra undir í Føroya Arbeiðarafelag, hevur hon havt ríkiligt av tíð til at fáa viðurskiftini hjá teimum í rættlag.
Hann sigur, at tað er Kommunala Starvsmannafelganum í Havn fyri at takka, at hol er sett á, at fáa viðurskiftini hjá dagrøktarmammunum í rættlag.
? Síðani er Kommunala Starvsmannafelagið komið upp í Starvsmannafelagið og harvið hava vit eisini yvirtikið sáttmálaøkini, sum tað hevði frammanundan
Gunnleivur Dalsgarð sigur, at Starvsmannafelagið hevur eisini sáttmála við aðrar kommunur.
?M.a. hava vit sáttmála við Sørvágs og Skála Kommunu. Og tær hava biðið okkum gera ein sáttmála fyri dagrøktarmammurnar í báðum kommununum við støði í sáttmálanum í Havn.
Gunnleivur Dalsgarð sigur, at tað hevur Starvsmannafelagið so gjørt.
?Síðani hava dagrøktarmannurnar fingið í boði at taka av hesum sáttmála, og tað hava tær gjørt av egnum, fríum vilja.
? Tað hevur ongan týdning, hvar tey hava verið frammanundan og tað havi eg heldur ikki ánilsi av. Tað, sum hevur týdning er, at vit hava gjørt eitt sáttmálauppskot, sum tær sleppa at taka støðu til av egnum vilja.
? Vit hava ikki stolið limir frá Føroya Arbeiðarafelag, tí tað var ongin sáttmáli á økinum frammanundan og tað er tað, sum ger allan munin.
Formaðurin í Starvsmannafelagnum sigur, at tað, sum hevur størstan týdning, er at dagrøktarmammurnar fáa skipað viðurskifti.
? Og fáa vit sáttmálaviðurskiftini hjá dagrøktarmammunum greið, er tað ein sigur hjá fakfelagsrørsluni.
Hann sigur, at kanska er tað munur á hugburðinum í báðum fakfeløguum.
? Fyri okkum hevur tað týdning at fáa skipað viðurskifti. Vit hava havt eitt grundarlag at gera tað á, og tí hava vit gjørt tað og givið teimum eitt tilboð. Í Føroya Arbeiðarafelag er tað kanska limaskapurin, sum hevur størstan týdningin. ? Men at Føroya Arbeiðarafelag tvíheldur um, at tað ?eigur? dagrøktarmammurnar, uttan at gera nakað fyri tær, er heldur ikki rætt.
Gunnleivur Dalsgarð sigur, at teir hava ikki gjørt sáttmála fyri dagrøktarmammur aðrastaðni.
? Men tað eru aðrar kommunur, sum eru áhugaðar og tær fara vit sjálvsagt eisini at kunna um viðurskifti, sigur Gunnleivur Dalsgarð.
? At Ingeborg Vinther kallar okkum óloyal og skuldsetir okkum fyri at stinga Føroya Arbeiðarafelag í bakið, er ein pláta, sum eg havi hoyrt ofta. Men bæði Ingeborg Vinther og øll onnur vita, hvussu loyalt at Starvsmannafelagið er, og haldi sanniliga eisini, at vit hava sett okkara spor eftir okkum.
Gunnleivur Dalsgarð væntar ikki, at hetta fer at fáa avleiðingar fyri sam-starvið í Sjeymannabólkinum.
?Hjá okkum verður ongin trupulleiki at samstarva. Og tá ið fakfelag skulu samstarva á so ólíka grundarlagið, sum vit gera í Sjeymannabólkinum er ein hin fremsta fortreytin, at vit kunnu semjast um, at vit kunnu vera ósamd um ymisk viðurskifti, sigur Gunnleivur Dalsgarð.