- Vit trúgva upp á íløguna á Toftum

- Um vit ikki trúðu, at landingarvirksemi fer at bera til, høvdu vit sjálvandi ikki gjørt hesa íløgu.

Í samrøðu við heimasíðuna hjá Nes kommunu, nú Landingarmiðstøð Føroya á Toftum er seld, siga Niclas Davidsen, nevndarformaður og Rúni Lamhauge, stjóri, seg vera nøgdar við prísin, sum teir hava keypt bygning og rakstrargøgn fyri.

 

- Vit hava havt samráðingar við búgvið og BankNordik, og seljari og keypari eru samdir um ikki at upplýsa keypsprísin, men at báðir partar eru nøgdir við prísin, siga teir báðir.

 

Nevndarformaður og stjóri lata annars hampiliga væl at gongdini í tíðarskeiðnum, sum teir hava leigað landingarmiðstøðina frá búnum.

 

- Hetta er kanska ikki besta tíðin til at gera íløgur í vinnuvirksemi, sum í størstan mun er grundað á botnfiskafiskiskapin undir Føroym, men vit vóna, at fiskiskapurin fer at taka seg uppaftur.

 

Báðir siga teir seg trúgva upp á, at nóg mikið verður at gera, og at tað fíggjarliga fer at bera til.

 

- Um vit ikki trúðu, at landingarvirksemi fer at bera til, høvdu vit sjálvandi ikki gjørt hesa íløgu, siga Niclas Davidsen og Rúni Lamhauge við heimasíðuna hjá Nes kommunu.