Vit áttu Strøget

Morreyðu troyggjurnar, føroysku húgvurnar og hvítbotnaðu gummiskógvarnir skaptu móta, tá eitt óvæntað stórt ferðalag fyri 18 árum síðani setti kós móti Landskrona

Fótbóltur

 

Millum teir á leið 1.400 áskoðararnar, sum vóru í Landskrona tað minniliga heystarkvøldið í 1990, var eisini Birgir Sondum. Og hjá honum er eingin sum helst ivi um, at hetta var størsta upplivingin, sum hann hevur havt saman við landsliðnum.

- Tað er als eingin ivi um tað. Tað mundu ganga mánaðir, áðrenn tú veruliga fataði, hvussu stór hending hetta var, og enn í dag kunnu fólk spyrja »vart tú eisini har?«. So tað er eingin ivi um, at hetta er nakað, sum hevur nomið djúpt við allar føroyingar.

 

Stuttligur túrur

Og søgurnar eru mangar, tá Birgir greiðir frá ferðini, sum byrjaði við Føroyingahúsið í Keypmannahavn.

- Talan var í veruleikanum um brúðarferð, tí eg var júst giftur. Men konan var upp á vegin, so hon kom slettis ikki við.

- Men vit skuldu so øll møtast í Føroyahúsinum. Hvørji klæði vit skuldu í, vistu vit ikki reiðiliga. Tjóðbúnin var kanska dekan ov fínur til endamálið, so tað endaði við, at vit fóru í morreyða troyggju, hvítbotnaðar gummiskógvar og føroyska húgvu. Og uttan at vita tað, skaptu vit við hesum mest sum fasta búnan hjá føroysku áskoðarunum.

- Og har var eitt sindur av kaos, tá vit skuldu avstað. Áhugin var nógv størri, enn nakar hevði væntað, og tí vóru alt ov fáir bussar til áskoðararnar. Vit fingu so fatur á fleiri bussum, og so var bara at herja avstaðm, sigur Birgir.

 

Róptu fyri hvørjar 10 minuttir

Og sjálvandi var talan eisini um sera minniligan dyst.

- Hetta stendur sjálvandi oman fyri allar aðrar dystir, sum eg havi verið til. Tað varð jú roknað við, at Eysturríki skuldi vinna eini 10-0, so fyri hvørjar 10 minuttir, sum gingu, uttan at teir høvdu skorað, taldu vit seinastu sekundini í felag og gjørdu so eitt ordans brøl. Sum so høvdu vit als ikki nervar, men eftir at Torkil hevði skorað, gjørdist heilt galið.

- Og so var sjálvandi eitt øgiligt ball á heimferðini. Har var føroyskur dansur á ferjuni til Helsingøt, og komnir í land tømdu vit ein heilan smyrjibreyðshandil, tí mat máttu vit eisini hava. Strøget varð sjálvandi eisini hertikið, og danir – sum vit jú skuldu hitta í næsta landsdystinum – yvirgóvu seg fult og heilt.

 

Eysturríki er serligt

Áhugin fyri landsliðnum hevur kanska verið fallandi seinnu árini. Men Birgir Sondum ivast ikki í, at hetta verður øðrvísi, nú vit aftur spæla móti Eysturríki.

- Fyrstu árini var eg til nógvar útidystir, eins og eg var til allar heimadystir. Tá kendi eg eisini heilt væl summar av spælarunum, men tann parturin er sjálvandi øðrvísi í dag. Men eg vóni, at hesin dysturin veruliga kann blásast upp til nakað stórt, tí Eysturríki er serligt. Kanska var tað spell, at Hickersberger segði seg frá sum venjara, tí tað kundi nú verið stuttligt, um vit góvu honum sekkin eina ferð afturat. Men eg ivist onga løtu í, at hetta er ein dystur, sum veruliga kann motivera spælararnar, og tað ikki minni, nú talan eisini er um seinasta heimadystin hjá Jógvan Martini sum landsliðsvenjara, sigur Birgir Sondum.