- Vit vóru niðri á botni og vendu

- Eitt, sum gav okkum eitt fíggjarligt andarhol, var, at Kristian Martin Rasmussen keypti ein bygning frá okkum, sigur Rodmundur Nielsen.

- Tá umfatandi fíggjarkreppa tók seg upp árini eftir, at vit høvdu keypt handlarnar, stóð rættiliga á gomlum nøglum, og niðurtúrurin var trupul. Men, seinnu árini hevur aftur verið hugaligt at rikið fyritøkuna.

 

Tað sigur Rodmundur Nielsen, stjóri í Borg-fyritøkuni, ið hevur handlar í Runavík og Klaksvík og sum eisini eigur nakrar goymslubygningar. Í vinnublaðnum í Sosialinum í dag, er samrøða við einsamalla eigaran av Borg-fyritøkuni.

 

Tað var í 2005, at Rodmundur Nielsen og Jónsvein Knudsen, sáli, keyptu Højgaards Handilsvirkið, sum var timburhandilin í Runavík. Hetta árið keyptu teir eisini Klement Petersen í Saltangará, og í 2006 keyptu teir Klaksvíkar Timburhandil.

 

Rodmundur Nielsen og Jónsvein Knudsen áttu í byrjanini hvør sín helming, men skjótt fingu teir Jóhannus Danielsen inn í fyritøkuna, og hann kom at eiga 20 prosent. Í 2011 broyttust eigaraviðurskiftini, tá Rodmundur Nielsen yvirtók alt virksemið, og síðan tá hevur hann átt fyritøkuna einsamallur.

 

Tað eru stívliga 11 ár síðan, at fyritøkan fekk felagsnavnið Borg, og stjórin og eigarin heldur, at samleikaskifti hevur eydnast so væl, at eingin í dag ivast í, hvat navnið á fyritøkuni er. Men, tað hevur ikki bara verið ein dansur á rósum at reka Borg.

 

- Síðan keypið í 2005 hevur virksemið bæði havt upp-og niðurgangstíðir. Sølan vaks nógv árini 2005 til 2006, men tíðin á tindunum gjørdist í hesum umfari stutt – ja, alt ov stutt, sigur stjórin og viðgongur, at tá umfatandi fíggjarkreppan tók seg upp árini eftir, stóð rættiliga á gomlum nøglum.

 

Hann sigur, at niðurtúrurin var trupul, og túrurin upp aftur var eisini skurvutur. Men, fíggjarsambondini hjá Borg, sum eins væl kundu havt kuppað høvdið av fyritøkuni, trúðu tíbetur upp á felagið undir kreppuni.

 

Rodmundur Nielsen sigur, at eitt, sum í hesi truplu tíð gav fyritøkuni eitt fíggjarligt andarhol, var, at Kristian Martin Rasmussen í Klaksvík keypti ein bygning frá teimum, sum Borg seinni hevur keypt aftur.

 

Seinnu árini hevur aftur verið hugaligt at rikið fyritøkuna, og umsetningurin er vaksin spakuliga í fleiri ár. Í 2017 kundi Borg fegnast um, at fyritøkan fekk heiðurin sum ”Ársins byggibúð” millum 110 slíkar amboðshandlar í danska kongaríkinum.

 

- Seinnu árini hava vit brúkt nógvar pengar og nógva orku til at viðlíkahalda og dagføra Borg í Runavík og Klaksvík, bæði framsíðufasadur, soleiðis bygningarnir uttan nú eru meira einsháttaðir, eins og báðir handlarnir eru dagførdir, sigur Rodmundur Nielsen við vinnublaðið í Sosialinum í dag.

 

Borg-fyritøkan hevur tilsamans 40 fólk í starvi, harav 25 eru knýtt at virkseminum í Runavík og 15 í Klaksvík.