Sum kunnugt hevur aðalfundur verið í Hotel Hafnia í kvøld hjá Ítróttarsambandi Føroya. Nýggj starvsnevnd er blivin vald, og eisini er nýggjur forseti valdur - Elin Heðinsdóttir Joensen.
Eitt, sum hevur fylt nógv í stríðsmálinum í ÍSF er, at trý sersambond, Svimjisambandið, Hondbóltssambandið og Flogbóltssambandið, hava sett seg sjálvi í andstøðu við tí, at tey í nógvum førum hava gingið ímóti politikkinum hjá greiða meirilutanum í ÍSF, sum telur 13 sersambond.
Á aðalfundinum í kvøld tók langur steðgur seg upp, tí at áðurnevndu sersambondini fóru at samráðast sínamillum um uppstilling til starvsnevndina í ÍSF. Hesir persónar vóru Magnus Tausen frá flogbóltssambandinum, Kristian Johansen frá hondbóltssambandinum og Jon Hestoy frá svimjisambandinum.
Kristian Johansen greiðir soleiðis frá tí, ið serligu sambondini samráddust um sínamillum:
- Vit vildi lodda dýpið, tí at nógvir persónar eru stillaðir upp, og tað hevði ikki tænt nøkrum endamáli at farið út í stríðsval. Tað var ein vanlig samráðing, sum altíð fer fram ímillum ymsu sambondini, sigur Kristian Johansen í samrøðu við in.fo.
Jon Hestoy varð valdur í starvsnevndina, og hetta var nakað, sum formanninum í Hondbóltssambandinum dámdi sera væl.
- Eg eri glaður fyri, at Jon Hestoy er valdur. Hetta er ein nýggj nevnd, og Jón Hestoy er ein royndur maður, sum hevur virkað í ÍSF í nógv harrans ár. Tískil er tørvurin á honum eyka stórur, tí at starvsnevndin er spildur nýggj, sigur Kristian Johansen víðari.
Teir fýra í nýggju starvsnevndini hjá ÍSF eru John Kjær, Jón Hestoy, Schandorff Vang og Sigurd Rasmussen.