– Vit vilja fegin vera við

Føroyska strategiin fyri Arktis verður eftir ætlan klár mitt í heyst

Meiningin var, at nýggja arktiska strategiin fyri kongaríkið skuldi vera komin út í januar-februar. Men enn er eingin strategi komin.

 

Ein av orsøkunum er, at grønlendingar ikki eru so fegnir um felags strategiina, sum Danmark ætlar at leggja fyri dagin saman við Føroyum og Grønlandi. 

 

– Vit deila ikki tann iva sum Grønland. Vit hava einki ímóti at vera við, sigur Jenis av Rana, uttanríkismálaráðharri.

 

– Eg havi givið boð um, at vit í Føroyum fegin vilja vera partur av arktisku stragiini hjá kongaríkinum. Og hetta er nakað, sum vit eru púra samd um innanhýsis í bæði landsstýrisnum og Uttanríkisráðnum, sigur hann.

 

Men landsstýrismaðurin ásannar tó, at Føroyar nokk eiga sín lut í, at felags arktiska strategiin er so nógv seinkað.

 

– Jú, tað gera vit nokk. Vit boðaðu jú beinanvegin frá, at vit fara at gera okkara egnu arktisku strategi. Av henni taka vit partar av, sum skal við í felags strategiina.

 

Men hendan føroyska strategiin er ikki liðug enn.

 

– Tað kann vera, at tað er tí, at felags strategiin er seinkað. Men tað hava vit einki ímóti. Vit hava brúkt tíðina væl, sigur Jenis av Rana.

 

Hava hesar seinkingar einki at gera við, at eingin endalig avgerð er tikin um radaran enn?

 

– Eg veit ikki, um radarin verður partur av strategiini. Tað veldst um, um vit siga ja til radaran ella ikki, sigur Jenis av Rana.

 

Hann dugir ikki heilt at seta dato á, nær føroyska arktiska strategiin verður liðug. Men tað verður væntandi einaferð mitt í heyst, sigur uttanríkismálaráðharrin.