Vit yvir­taka fyri rætta prísin

Pauli T. Petersen, borgarstjóri í Vestmanna, heldur, at eldraøkið er í betri hondum hjá kommununum treytað av, at allir pengarnir fylgja við frá landinum – og tað eru 30-40 milliónir krónur meira, enn landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur lagt upp til. Gera teir ikki tað, verður økið als ikki yvirtikið, slær Pauli T. Petersen fast

– Eg vil siga tað soleiðis, at vit eru noydd at yvirtaka eldraøkið, tí nú hava skiftandi almannamálaráðharrar og samgongur í mannaminni lov­að betri umstøður til okk­ara gomlu, men tað er bara blivið verri. Vit vilja, og vit kunnu gera hetta betri, sigur Pauli T. Petersen, borgarstjóri í Vestmanna.
Vi plássi til 24 búfólk á nýgg­ja Røktarheiminum á Grøna­nesi er Vestmanna Kom­mu­na í so máta væl fyri­reik­að, tá eldraøkið verður lagt út til kommunurnar at um­sita.
Tað verður tað á nýggj­ári­­num, stendur tað til sam­gongu­na og Anniku Olsen, lands­stýriskvinnu í al­man-na­­málum.

Meira á borðið
Men so skulu nakrir dýrir, leys­ir endar fáast upp á upp á pláss fyrst, er avgjørda støðan hjá kommununum.
– Vit skulu hava hvørt oyra afturborið frá landinum í mun til verandi kostnað, frároknað brúkaragjøldini, tá vit yvirtaka eldraøkið, men talið, sum fíggjar­mála­ráð­harrin hevur borðreitt við, er einar 30-40 milliónir krónur ov lítið, sigur Pauli T. Petersen, borgarstjóri í Vestmanna og stýrislimur í Kommunufelagnum.
Jørgen Niclasen, fíggjar­mála­ráðharri, roknar í fíggj­ar­kørm­unum fyri næsta ár við, at kommun­urnar skulu hava 372,1 millión krónur frá landinum at reka eldraøkið fyri. Í hesum talinum eru tær 356,4 milliónir krónurnar, tað nú kostar at reka bústovnar og heimatænastuna, og 15,7 milliónir krónur, sum mill­um annað er prísurin fyri ans­ingar­sam­sýning til av­varðandi, ið sjálv ansa sín­um gomlu, økis­tera­piina, mat- og koyri­skip­anir fyri eldri, og lønarframskriving.

Tøl samsvara ikki
Men Pauli T. Petersen sigur, at ein samlað afturbering upp á 372,1 millión krónur er ov lítið, tí hædd er ikki tikin fyri øllum, millum annað fyri, hvussu nógv dement eru á teimum einstøku bú­stovnunum.
– Fíggjarmálaráðharrin hev­ur bara lagt upp fyri bein­leiðis kostnaðinum av at reka bústovnar og heimatænastu og nakrar aðrar tænastur. Men í Kommunufelagnum meta vit, at talið hjá hon­um er 30-40 milliónir krón­­ur ov lágt. Tølini hjá Fíggj­ar­­málaráðnum sam­svara ein­falt ikki við okk­ara tøl. Bara í økinum Norð­streym­­oy fara tað við aftur­beringar­lykli­num hjá Fíggjar­málaráðnum at mangla útvið tvær milli­ónir krónur í fyri at kunna røkka sama tænastu­støði sum nú á eldraøkinum, sigur borgarstjórin í Vest­manna.

Alt ella onki
Vestmanna Kommuna hoyrir til eldra-samstarvsøkið Norð­urs­treymoy, ið telur Vest­manna, Kvívíkar, Sunda og Eiðis kommunur.
Pauli T. Petersen er sera avgjørdur um, at fíggjarligi parturin skal vera komin full­komiliga upp á pláss, áðrenn eldraøkið verður yvirtikið av kommununum. Tað merkir, at allar kommunurnar skulu kunna taka undir við enda­liga fíggjarleistinum.
Og so skal vissa eisini verða fingin fyri, at ein eyka­rokning frá Karsteni Hansen, heilsumálaráðharra, ikki end­ar úti hjá kommununum, tá avtornar. Tað snýr seg um rokningina fyri fólk, sum hava verið í sjúkrahúsviðgerð, men sum síðani ikki kunnu útskrivast, tí tey eru røkt­ar­krevjandi, men onki pláss er fyri teimum á røktar- og ellisheimum. Karsten Han­sen hevur alment sagt, at hann ætlar at senda hesa rokn­ing­ina víðari til Al­mannaverkið.
– Hatta er ein leysur endi, sum skal verða fingin upp á pláss áðrenn 1. januar 2015. Og annars er tað sera einfalt. Um tað vísir seg, at vit ikki fáa fulla afturbering í mun til verandi kostnað, tá fíggjarlógin er samtykt í vetur, so yvirtaka vit ikki eldraøkið á nýggjárinum. Tað kemur als ikki upp á tal, sigur hann.

Betri tænasta
Samstundis sum borgar­stjórin í Vestmanna er sera avgjørdur viðvíkjandi fígg­ing­ini, so leggur hann kort­ini stóran dent á, at hann inni­liga ynskir eldraøkið út til kommunurnar.
Hann er nevniliga sann­førdur um, at tey eldru fara at fáa eina væl betri tæn­astu undir kommun­un­nar veingja­breiði saman­bor­ið við nú, har eldra­økið verður um­sitið av Almanna­verk­in­um.
– Tað hevur nakað at siga, at vit eru tætt upp á borgararnar. Vit kenna um­støðurnar og tey eldru í okkara øki, og tey kenna okk­um. Vit fáa ikki goymt okk­um, og verða hvønn dag konfronterað og skulu standa til svars, um okkurt er at finnast at. Tað beinleiðis trýstið, sum kemur á okkum kommunalpolitikarar, tá eldra­økið er yvirtikið, kann bara verða tí til gagns. Tað er nógv øðrvísið, tá mynd­ug­­leikin og evsta ábyrgdin sita anonym í Havn, sigur hann.

Sosialur tørvur
Í Vestmanna er ætlanin at økja um útboðið av tæn­ast­um til tey eldru, tá eldraøkið er yvirtikið.
– Umframt alt tað, sum bara skal vera í lagi, til dømis bústovnar og heima­tænasta, so hava tey eldru eisini ein sosialan tørv, sum í stóran mun er ónøktaður. Tey skulu hava betri møgu­leikar fyri at vera sosial í ger­andisdegnum. Tí er tað rættiliga vist, at vit fara at skipa fyri dagtilhaldi, har til ber at gera okkurt handa­ligt arbeiði – seyma og smíða – og at gera mat sam­an. Vit hava longu onk­ur høli í kikaranum til hetta enda­málið, sigur Pauli T. Peter­sen.
Hann heldur eisini, at tað fer at liggja betri fyri at veita individuellar ser­tæn­astur, tá kommunan sjálv saman við sínum sam­starvs­øki hevur tikið yvir ábyrgd­ina av øllum eldra­økinum.
– Møguleikarnir eru nógv­ir. Eitt dømi eru eldri, einsa­­møll fólk, sum kanska ongan serligan tænastutørv hava í gerandis­degnum, men sum kenna seg ótrygg og hjápar­leys undir ser­lig­um um­­­støð­um, til dømis tá tað er ódnar­­veður. Har eigur tað at bera til, at tey kunnu fáa boðið innivist eina nátt ella tvær á røktar­heiminum, tá á stendur, sigur hann.

Hava lyft fyrr
Í almenna kjakinum hava røddir eisini verið frammi um, at kommunurnar als ikki megna at lyfta upp­gávuna at yvirtaka orku­krevj­­­andi og kostnaðar­tunga eldraøkið, og at av­­­leið­ingin verður ein ójøvn tæn­asta alt, eftir hvørj­ari komm­unu ein býr í.
– Tað er nakað tvætl. Sjálvandi klára vit tað, og um afturberingin verð­ur rættvíst býtt, so verður ongin ójavni mill­um komm­un­ur­nar í stand­ard­tænast­un­um. Eyka tænastur aft­ur­­at tí verða helst brúk­ara­f­íggjaðar so ella so.
– At siga, at kommun­ur­nar ikki megna hetta, er at vísa okkum stórt misálit. Støðan er hin øvugta, tí sum hon er nú, so megnar landið als ikki at veita okkara eldru medborgarum eina nóg góða tænastu og umsorgan. Tað fara vit at megna á sama hátt, sum vit megnaðu at yvirtaka dagstovnaøkið um aldarskiftið. Tástani var ferð sett á at útbyggja tað økið, og dagstovnar vórðu bygdir um alt landið. Eg eri vísur í, at tann menningin ikki var komin hálva leið, um dagstovnaøkið enn var undir landinum, sigur Pauli T. Petersen.