Vita ov lítið um holocaust

Dansk Institut for Internationale Studier heldur, at danskir skúlanæmingar læra ov lítið um jødatýningina og kreppuna í Miðeystri, og at tað kann elva til veksandi jødahatur.

Í einari nýggjari frágreiðing skrivar stovnurin millum annað, at tað finnast dømi um, at muslimskir næmingar í Danmark skræða myndirnat av tí ísraelska flagginum úr landalærubókunum. Stovnurin mælir tí myndugleikunum til at geva næmingunum betri kunnleika til jødatýningina, tí nú eru so mong ár liðin síðani seinna heimsbardaga, at tey ungu duga ikki rættiliga at seta seg inn í tað, sum tá hendi jødunum.

Rikke Hvilshøj, sum er ráðharri í innflytaramálum, tekur undir við tilmælinum. Hon sigur, at jødatýningin var so ræðandi, at øll eiga at kenna hana og taka við lærtu av tí, sum hendi.