-Vitan er okkara drívmegi

-Bæði oljufeløgini og Føroya fólk mugu hava tol. Tað, sum ikki er lønandi í dag, kann gerast lønandi seinni út frá ymiskum fundum, nýggjum útbúnaði og nýggjari tøkni.

Hetta er eitt harðbalt øki, sum í dag hevur avmarkingar við sær, eitt nú kunnu vit ikki bora um veturin. Men hyggja vit frameftir, so ivist eg ikki í, at vit ganga eini positivari framtíð á møti sigur nýggi leiðarin av leititeaminum hjá Agip, Luca Dragonetti. Sosialurin hevur hitt hann.

Oljuleiting


Hann eitur Luca Dragonetti og kemur longu leiðina úr Kongo til Føroya at hava ábyrgdina av komandi leitingini hjá Agip á landgrunninum, tí 4. boringini yvirhøvur og tí fyrstu hjá italska oljufelagnum Agip, sum er partur av risastóra samtakinum ENI. Heitið er: Exploration Team Leader ? Faroes Project Manager.

Agip er eitt av oljufeløgunum, sum hevur verið við í fyrireikingunum til oljuleitingina við Føroyar í mong ár, ja næstan frá byrjan. Felagið hevur tí bygt upp vitan og royndir, sum tað nú ætlar at brúka í síni fyrstu boring, ið verður í juni mánað næsta ár. Herfyri varð Ron Lansdell, sum hevur staðið á odda fyri Føroyaprojektinum øll árini, fluttur til Kasakstan. Í hansara stað er nú komin tann ungi milanobúgvin við tí heldur forvitnisliga og vælklingandi navninum Luca Dragonetti. Hann var fyri fyrstu ferð í Føroyum í farna mánað, tá Agip hevði arbeiðsfund í sambandi við komandi boringina. Sosialurin hitti hann á skrivstovuni á Bryggjubakka.

Leitistjóri fyri alt økið er Aldo Napolitano. Luca hevur ábyrgdina av verkætlanini í Føroyum, tvs. bæði tí fyrisitingarliga og tí tekniska partinum umframt at vera millummaður millum felagið og føroyskar myndugleikar.

Við hesi uppgávuni hevur Luca fingið uppfylt ein av sínum ungdómsdreymum. Frá ungum aldri lá hugurin til at vitja fjarskotin lond og longu sum ungur vitjaði hann New Zealand. Ætlanin var eisini at vitja bæði Ísland og Føroyar. -Loksins eri eg komin til Føroya og kann eg bert siga, at mær dámar hetta landið. Eg eri sera fegin um at vera komin higar og síggi fram til at kunna brúka ein part av mínum lívi her sigur tann fyrikomandi og fryntligi milanobúgvin.

Úr Kongo
Luca er útbúgvin jarðfrøðingur og geofysikari. Hann hevur arbeitt hjá Agip síðani 1992, tey fyrstu árini í Italia,men seinastu fimm árini hevur hann arbeitt í Vesturafrika ella rættari Kongo ? við oljuleiting á djúpum vatni. Og tað eru royndirnar higani hann nú skal brúka í Føroyum.

Hóast tað er ein stór broyting at koma úr tí heita Kongo til tað meira kalda og váta Føroyar at arbeiða, nú veðrið, málið og mentanin eru so ymisk, so er hann fegin um at vera komin higar.

Í Vesturafrika hevur Luca fylgt arbeiðinum á djúpum vatni, og nú Agip skal til at bora ein brunn á djúpum vatni við Føroyar, heldur hann tíðina í Afrika vera eina góða og náttúrliga ballast. -Eg vóni, at tað eg havi arbeitt við seinastu 6-7 árini, kann gera meg egnaðan til nýggju uppgávuna.

Men hvussu ber tað til, at hann endaði í Føroyum? Konan arbeiðir hjá Schlumberger í Paris. Til tess at kunna vera nærri hvørjum øðrum varð hann spurdur, um hann ikki vildi fara til Aberdeen og so hava Føroyar sum arbeiðsøki. -Fyri meg var tað næstan sum at ein dreymur gekk út. At vera nærri familjuni, og so dámar mær at læra nýggj fólk at kenna. Men mín høvuðsuppgáva er at leita eftir olju, og tað er mín vón, at tað fer at eydnast okkum at fáa olju upp úr tykkara undirgrund. Tað er heldur einki yvir at dylja, at vit eru førir fyri at fáa góð úrslit. Vónandi verður hetta einki undantak.

Hevur gingið væl
Luca heldur ikki føroyingar skulu vera so ótolnir ella svartskygdir. Tað tekur tíð at røkka úrslitum, líka mikið hvar tú er. Og ikki minst í hesi vinnuni. Hann heldur, at úrslitið av boringini hjá Amerada Hess í fjør var "outstanding", tvs. sera gott, tí eftir stuttari tíð við leiting hevur tað eydnast at bora ein góðan brunn. Og tá hugsað verður um, at hetta er triði brunnurin í økinum, so er tað eitt sera gott úrslit hagfrøðiliga sæð, umleið 33%. Tey vóna so, at hagtølini verða uppaftur betri, tá tey eru liðug at bora men leggur tó aftrat, at vanliga verður roknað við einum væleydnaðum brunni út av hvørjum tíggju, serstakliga í nýggjum økjum. Men tey hava framvegis tørv á nógvum upplýsingum.

-Tað er ikki bara ein spurningur um pengar, men eisini um tíð. Sambart almennu upplýsingunum boraði Amerada eisini ein brunn aftrat, sum staðfesti kolvetni, hóast Marjun oljufeltið ikki er so stórt sum hildið, men man kann so tosa um í øldir, um teir settu borin í á rætta stað. Tað var so tað, sum teir mettu vera tað besta. Vit mugu gera okkum greitt, at hetta er eitt nýtt og torført øki. Eftir fundið hjá Hess fara aðrir kanningarbrunnar at geva uppaftur nýggjar upplýsingar, sum so aftur kunnu stuðla upp undir komandi leiting.

Læra av mistøkum
Hvussu stórur møguleikin er fyri at finna olju veldst um, hvørji modell tú brúkar. Men tá man leitar í slíkum nýggjum øki er kanska rætt at rokna við væl minni enn 50% møguleika at gera fund beinanvegin.

-Tað týdningarmesta við leiting er at læra av mistøkum og royndum, sum longu eru gjørd. Sjálvandi royna vit at finna olju við fyrstu boringini, men vónin er at fáa ta vitan vit hava brúk fyri. Arbeiði okkara er ikki bara at finna olju men eisini at framleiða hana. So tað ræður ikki bara um at finna tey røttu reservoirini. Tað ræður eisini um at kunna fara undir framleiðslu skjótast til ber.

Luca Dragonetti ivast ikki í, at tað verða gjørd onnur fund. Atlantsmótið er als ikki liðugt kannað. Føroyaøkið er so gott um ikki kannað. Og tey hava vónir um at fáa nokk av vitan. So tað er bara ein spurningur um tíð.

-Bæði oljufeløgini og Føroya fólk mugu hava tol. Tað, sum ikki er lønandi í dag, kann gerast lønandi seinni út frá ymiskum fundum, nýggjum útbúnaði og nýggjari tøkni. Hetta er eitt harðbalt øki, sum í dag hevur sínar avmarkingar. Eitt nú er tað sera torført at bora um veturin. Men hyggja vit frameftir, so ivist eg ikki í, at vit ganga eini positivari framtíð á møti.

Luca sigur víðari, at Agip bað um at fáa útsett boringina til næsta ár fyri at fáa meiri tíð til kanningar. Tey halda seg nú vera liðug við sítt heimaarbeiði og eru klár til at bora.

Nú bert fáar boringar hava verið heldur Luca, at tað fer at ganga ein rúm tíð, áðrenn føroyingar fara at síggja inntøkur frá oljuframleiðslu, men tað gongur tann rætta vegin leggur hann aftrat.


Tað hevur annars fyrr verið víst á, at Agip fekk tillutað tað økið á landgrunninum, sum onnur oljufeløg ikki ynsktu. Hesum vísir Luca aftur. -Tað, sum er mest umráðandi, er at finna ein góðan "køk" tvs. eitt stað, sum kann framleiða kolvetni og síðani fellur, sum kunnu goyma hesi kolvetni. -Vit halda okkum hava funnið okkara fellu og við at bora vilja vit finna fram til, hvussu góð hon er. So eg kann bert siga, at tað er eitt gott loyvi vit arbeiða í.


Fleiri mál
Luca ynskir ikki at fara út í smálutir við komandi boring men hann dylur ikki fyri, at tey hava fleiri mál í brunninum. Tá tú borar ein brunn hevur tú oftani fleiri mál. Tú roynir at fáa sum mest vitan úr brunninum. Hvussu mong málini eru veldst um, hvar tey at enda fara at seta borin í. Tey hava gjørt tað av, men enn eru einstakar óvissur, sum skulu greiðast við tí kanning (sidesurvey) sum verður gjørd nú. Uppá fyrispurning hvussu djúpt tey fara at bora sigur Luca, at har er eitt forpliktilsi til at bora niður á 4250 metrar.

At ChevronTexaco hevur ætlanir at bora ein brunn um sama mundið beint hinumegin markið heldur Luca er áhugavert, men hevur ongar aðrar viðmerkingar. Tann brunnurin liggur tó langt burturi frá Agipbrunninum so ilt er at siga nakað um, hvønn týdning tann boringin kann hava fyri Føroyaøkið.

Meðan oljufeløgini, sum hava borið higartil fyri stóran part hava brúkt framleiðandi løgini í bretskum øki, Schiehallion og Foinaven sum sammetingargrundarlag, hevur Agip aðrar ætlanir. Tey royna at síggja møguleikar fleiri staðni í tí komandi brunninum.

Nú tað hevur verið gitt, um onnur oljufeløg fóru at keypa seg inn í loyvið hjá Agip, er nýggi projektleiðarin rættiliga avgjørdur um, at felagið megnar at fara undir hesa uppgávu og at átaka sær nærum allan váðan nærum einsamalt.

-Men er tað ikki rættiliga váðiligt at fara undir eina so dýra boring nærum einsamallur - Føroya Kolvetni hevur í løtuni bara 7% lut í loyvinum?

-Hetta er nakað vit gera alla staðni. Høgur váði - um tú rakar rætt - hevur eisini høgt útbýti við sær. Vit royna sjálvandi at spjaða váðan men tað forðar okkum ikki í at bora við so stórum váða. Luca viðgongur, at teir hava samráðingar við onnur feløg. Stórur áhugi er fyri boringini kanska serstakliga tí, at tey eru tey einastu, sum fara at bora í næsta ár.

Vitan er drívmegin
-Hvussu stóran týdning hava komandi leitibrunnarnir í bretskum øki fyri leitingina við Føroyar?

-Nakrir av teimum hava stóran týdning fyri okkum, tí teir vísa til líknandi mál sum her á landgrunninum. Hinvegin er hvør einasti brunnur týdningarmikil, tí hann letur vitan til samlaðu fatanina av øllum økinum. Vitan er okkara drívmegi.