Ph.d. lesandi í RASOPTA verkætlanini hittast javnan. Í oktober í fjør varð verkstova hildin í Føroyum fyri øllum tólv ph.d. lesandi. Tey vóru millum annað ein kaldan og vátan túr í Nólsoy við Norðlýsinum

Vitanin frá verkætlanini er gull verd

ES fíggjar ph.d. verkætlan um fiskaheilsu á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni

 

Ph.d. lesandi í RASOPTA verkætlanini hittast javnan. Í oktober í fjør varð verkstova hildin í Føroyum fyri øllum tólv ph.d. lesandi. Tey vóru millum annað ein kaldan og vátan túr í Nólsoy við Norðlýsinum

Ein játtan frá Marie Sklodowska-Curie skipanini hjá ES gevur Heilsufrøðiligu Starvsstovuni møguleika at gera týðandi kanningar á smoltstøðum, ið annars ikki høvdu verið gjørdar. Hetta er gull vert fyri okkum, sigur Debes H. Christiansen, deildarleiðari á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

 

Ein ungur maður úr India hevur seinastu mánaðirnar ferðast runt til føroyskar smoltstøðir og sett upp tól, ið taka luftroyndir. Endamálið er at kanna, hví sjúkur koma inn á smoltstøðirnar, hóast tær eru innilokaðar, og vatnið verður sóttreinsað og endurnýtt. 

Maðurin eitur Dhiraj Krishna og er ph.d. lesandi á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Hann er eisini fyrsti ph.d. lesandi, ið er settur í starv á einum føroyskum granskingarstovni við fígging frá ES. 

Flytførisskipanin í Horizon Europe, ið nevnist Marie Sklodowska-Curie Actions, rindar løn og rakstrarútreiðslur til ph.d. verkætlanina hjá unga manninum, sum er komin til Føroya at útbúgva seg til granskara. 

- Tað hevur stóran týdning fyri okkum og fyri føroysku alivinnuna at kunna fáa lut í hesi skipanini. Hetta er nakað, ið vit hava ynskt okkum at kunna gjørt, men ongantíð hava havt orku til, sigur Debes H. Christiansen, deildarleiðari á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

Partur av størri verkætlan 

Ph.d. verkætlanin á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni er partur av einum evropeiskum granskingarsamtaki, ið nevnist RASOPTA. 

- RASOPTA snýr seg um at endurvinna vatn í alivinnuni, og tað gera vit í stóran mun í Føroyum. Vit hava fiskin leingi á landi í smoltstøðum fyri at verja hann sum longst móti lús, og tað krevur nógv vatn. Í Føroyum hava vit ikki altíð nóg nógv vatn, og tí mugu vit endurnýta vatnið, greiðir Debes H. Christiansen frá.

RASOPTA fevnir um 12 ph.d. verkætlanir, ið allar á ymiskan hátt snúgva seg um at endurvinna vatn á alistøðum. Verkætlanin á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni skal greina vandan fyri at fáa ymiskar sjúkur inn á smoltstøðirnar. 

- Tað eru millum annað smittandi sjúkur á smoltstøðunum, sum geva felli og sjúku, ið fær fiskin at mistrívist, so vøksturin gongur seinni. Við hesum kanningunum royna vit at fáa greiði á, hvussu sjúkur eru komnar inn á smoltstøðirnar, og hvussu tær hava rótfest seg har. 

- Í dag eru smoltstøðirnar innilokaðar, men fyrr vóru smoltini í opnum kørum uttandura, og kanska hava fleiri av smittunum longu rótfest seg tá og so yvirlivað í skipanini við endurnýtta vatninum. Men smittan kann eisini vera luftborin, og tað er serliga tað, ið Dhiraj nú kannar við at seta upp tól ymsa staðni á smoltstøðum, ið taka luftroyndir. Við at savna og kanna luftbitlar ber til at staðfesta, um ávísar smittur liggja og sirkulera í luftini, greiðir Debes H. Christiansen frá. 

RASOPTA verkætlanin er býtt upp í tríggjar partar, ið hvør fevna um fleiri ph.d. verkætlanir. Tann parturin av RASOPTA verkætlanini, sum Føroyar eru við í, snýr seg um fiskaheilsu. Hesin parturin skal eftir ætlan enda við, at eitt DNA-kipp verður ment, sum í einum kannar fyri ymiskar sjúkur og vatngóðsku og harvið verður eitt sera týðandi stýringsamboð í aling á landi.

Umframt Heilsufrøðiligu Starvsstovuna luttaka eisini Hiddenfjord og SMJ Ráðgevandi Verkfrøðingar í verkætlanini. 

- Hetta er gransking, so tað ber ikki til at vita, hvat tað fer at enda við. Men eydnast tað at menna ein tílíkan skjótan kanningarhátt, kann tað verða til stóra nyttu fyri vinnuna, sigur Debes H. Christiansen. 

Pening til løn og rakstur frá ES

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ivaðist ikki í, at hon vildi vera partur av RASOPTA verkætlanini, tá hon fekk møguleikan.

- Vit fáa eina upphædd frá ES, sum fíggjar løn til Dhiraj í trý ár og útreiðslur til millum annað skeiðir og fundir í Danmark og aðrastaðni, sum hann skal luttaka í. 

- Ein partur av arbeiðnum, sum hann ger, er nakað, sum vit hava hugsað um í fleiri ár at farið undir, men ikki hava havt orku til. Tann vitanin, ið fer at koma burturúr, er gull verd fyri okkum og fyri alivinnuna, sigur Debes Christiansen. 

Heilsufrøðiliga Starvsstovan brúkar sjálv umleið eitt ársverk til verkætlanina. 

- Dhiraj fær vegleiðing og upplæring frá okkum, og vit luttaka í nógvum fundum og verkstovum saman við honum og øðrum luttakarum í RASOPTA. Vit hava eisini hildið eina verkstovu í Føroyum fyri øllum tólv ph.d. lesandi og teirra vegleiðarum, sum kravdi nógv arbeiði, sigur Debes H. Christiansen.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan fær nakað av peningi til fyrisiting frá ES, men tað er ikki nóg mikið til at fíggja tað stóra fyrisitingarliga arbeiðið í sambandi við verkætlanina.

- Tað er ógvuliga nógv bureaukrati tengt at eini slíkari verkætlan, sum vit ikki hava royndir við. Keypmannahavnar Universitet tekur sær av einum parti av hesum arbeiði og fær tí eisini helvtina av játtanini til fyrisiting frá okkum. Eisini luttekur Dhiraj í skeiðum á Keypmannahavnar Universiteti, sigur Debes H. Christiansen.

 

 

 

Ph.d. lesandi í RASOPTA verkætlanini hittast javnan. Í oktober í fjør varð verkstova hildin í Føroyum fyri øllum tólv ph.d. lesandi. Tey vóru millum annað ein kaldan og vátan túr í Nólsoy við Norðlýsinum

Debes H. Christiansen er høvuðsvegleiðari hjá Dhiraj Krishna. Petra Petersen og Maria Marjunardóttir Dahl eru eisini við í toyminum, ið arbeiðir við RASOPTA verkætlanini