Vitavørðurin á Gamla Meiarínum

Leikpallur Føroya, Gríma og pallfólk eru farin til verka á Gamla Meiarínum í Havn. Tey fegnast um at leika í egnum hølum og at hava fingið upprunaleik, skrivaðan av føroyskum høvundi, at arbeiða við.

Og sum um leikurin Vitavørðurin var skrivaður í hesi vikuni, so brestir ódnarveður á, og tey verða øll avbyrgd á vitaoynni. Leikurin snýr seg um teir samanbrestir, ið eru teirra millum, og um kærleika og øvundsjúku.

Í hølum sínum í Gamla Meiaríi í Havn eru tey í Grímu og Leikpalli Føroya farin at venja og fyrireika leikin Vitavørðurin. Rakul Helmsdal hevur skrivað leikin. Gríma bað um eitt sonevnt arbeiðs leikrit. Av royndum vita tey, at rithøvundar ofta hava ilt við at avmarka seg, teir siga ov nógv. Sum sjónleikarar vita tey, hvat er neyðugt at siga og hvat liggur millum reglurnar og hvat bert skal upplivast á pallinum. Tí eru tey nú í gongd við at skipa leikritið til leik, sum tey vilja hava hann.


Skapa á gólvinum

Í Grímu eru tey von at arbeiða á henda hátt. At skapa leikin á gólvinum. At skapa persónarnar og samrøðurnar. Og at skera niður.

Hetta meta tey sum spennandi arbeiði, og tey hava roynt tað áður. Gríma hevur skrivað, skapað, nógvar leikir á henda hátt. Serliga barnaleikir.

Munurin er nú, at tey hava fingið eitt leikrit at arbeiða út frá, sum tey so skulu skapa leikin eftir á gólvinum.

At skapa leikrit til leik hava leikstjórin Súsanna Tórgarð og leikararnir í Grímu fingið dramaturgin Jón Thorsteinsson hjálpa sær við.


Føroysk leikrit

Og tey sakna leikrit frá føroyskum høvundum, hóast tey ásanna, at allir hava sama trupulleika; teir siga ov nógv, sum sjónleikararnir so mugu arbeiða við. Men hetta eru tey von við, og vilja tey tí fegin frættta frá høvundum.

Leikpallur Føroya hevur eisini skrivað út kapping um leikrit. Kanska verða eisini skeið í vár fyri skrivandi fólki, bygt á royndirnar, ið Gríma nú fær við hesum leikinum.


Góð og spennandi søga

Nýggi maðurin í Grímu eitur Nicolaj Falk. Hann hevur staðið á palli áður, men hann var tað, ið varð úttikin millum 4 ungar mans, tá Gríma fyri fyrstu ferð nakrantíð skipaði fyri upptøkuroynd.

Nicolaj spælir annar serfrøðingurin og Egi Dam hin. Teir skulu út á oynna, har bert vitavørðurin, kona hansara og dótturin, búgva.

Ørindini hjá teimum báðum serfrøðingunum eru at automatisera vitan, so at ein vitavørður ikki nýtist longur.

Og sum um leikurin Vitavørðurin var skrivaður í hesi vikuni, so brestir ódnarveður á, og tey verða øll avbyrgd á vitaoynni. Leikurin snýr seg um teir samanbrestir, ið eru teirra millum, og um kærleika og øvundsjúku.


Egin høli

Í Grímu eru tey fegin um veruliga at sleppa at royna rúmið, at royna egin høli.

Hetta er fyrsti stóri leikurin, síðani tey fingu hølini. Tey eru samd um, at tað er stórt framstig at hava fingið tak yvir høvdið. Hetta gevur størri møguleikar. Tey kunnu spæla so leingi, sum fólk tímir at koma og tey kunnu sjálvi leggja til rættis og velja, hvørji kvøld tey spæla, tí nøkur kvøld eru, tá ikki ber til at fáa fólk at hyggja at sjónleiki. Her nevna tey í Grímu av royndum, at fríggjakvøld eru fólk helst ov troytt, og so er eisini Gekkurin í sjónvarpinum.

Tó fara tey ikki at ferðast við leikinum, sum Gríma annars hevur gjørt nógv av.

Hesin leikurin er ov stórur og tað verður eisini ov dýrt. Eisini nevna tey, at tað er so kostnaðarmikið at ferðast.

Men Gríma skipar fyri skúlasýningum, har skúlar kunnu koma til Havnar at síggja leikin. Eisini verður hugsað um fólk, sum ikki búgva í Havn, tá leikkvøldini verða løgd, tí tey í Grímu eru greið yvir, at tey kunnu ikki vænta at síggja avbygdafólk í miðari viku.


Edward ger pall

Hyggur ein at lítla modellinum, ið Edward Fuglø hevur gjørt yvir pallmyndina, so tykist myndin spennandi. Vit eru inni í vitanum og alt er reytt og aftanvert er leiktjaldið gjørt so, at vit halda okkum vera í rundum rúmi. Her verður møguleiki fyri ymsum ljósi, alt eftir, hvussu huglag og annað er.

Og síðani Edward Fuglø trein inn á føroyska leikpallin, hevur hann gjørt vart við seg og navnið borgar fyri góðsku.

Tá vit vitjaðu Grímu og Edward hósdagin, vóru hann og ein pallsmiður júst byrjaðir at gera pall. Fastur gestur á Meiarínum er eisini hundurin hjá Edwardi.

Annars eru hesi við.

Nicolaj Falk, Kristina Hansen, Egi Dam, Høgni Johansen, Ria Tórgarð, Katarina Nolsøe, hjálparleikstjóri, Súsanna Tórgarð, leikstjóri, Elsa Johanna Høgenni, framleiðslustjóri. Pallmyndina ger Edward Fuglø og pallsmíði taka Steinar Simonsen, Erling Eysturoy, Karsten Torleifson og Tróndur Vatnhamar sær av.


Vita

Tann 6. mars hevur Gríma væntandi skapt leikin á gólvinum og flutt hann á pall. Tá er ætlanin at frumframføra Vitavørðin. Vit onnur kunnu so bara bíða og vita.