Bólkurin er kendur fyri at skipa fyri evangeliskum sangløtum í Ítróttarhallum, og hevur vitjað og sungið í flest øllum bygdum og støðum í Føroyum.
Fríggja-, leygar- og sunnukvøldið 22., 23. og 24. juli - øll kvøldini kl 19.30 - luttekur VITIN á kristiligum fundum, ið verða hildnir í matstovuni á nótaverkstaðnum Cosmos Trawl í Hirtshals.
Hesir fundir hava verið hildnir á hesum stað á hvørjum ári nú í mong ár, og er tað samkoman MALTA í Hirtshals og Levi Joensen, ið skipa fyri.
Ólavsøkuaftan, hóskvøldið 28. juli klokkan 19.00 syngur bólkurin á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn í samband við Ólavsøkuna, sum verður hildin har. Fríggjakvøldið 29. juli kl 20.00 verður sungið í Kristnastovu.
Tiltøkini í Keypmannahavn eru í samstarvi við Kristnastovu og Øssur Berghamar, sum hevur virkað millum føroyingar í Keypmannahavn í mong ár.
VITIN syngur gamlar og yngri sálmar, og sangir ílætnar ein lættan nútímans búna.
Flestu kvartettsangirnir, bólkurin syngur, eru gjørdir í samstarvi millum Levi Joensen, ið hevur yrkt, og Torkil Mørkøre, sum hevur smíðað løgini.
Endamálsgreinin hjá bólkinum er at vera eitt ljós fyri síni medmenniskju og vísa teimun á Kristi fullgjørda verk á krossinum, sum er øllum til frelsu sum trúgva.