Vitin Úti á Bø er slóknaður

Vit vistu, hvønn veg tað bar, og verða gøgnini álopin innan í frá, tá maður er farin væl um kempualdur, býðst sjáldan í bøtur. Treiskur sum ein asni bardist hann kortini til tað seinasta, og í dag eri eg fegin um, at hann rakk degnum, táið hann og bygdarkona hansara, Elsa Funding, guðfrøðingur og prestur, saman avdúkaðu standmyndina landnáminum og Grími Kamban til heiðurs í Húsabøi seinasta heyst.

Okkara vegir bórust av álvara saman, eftir at eg gjørdist borgarstjóri fyri 8-9 árum síðan. Sum bygdadrongur, uppvaksin í tveimum lutfalsliga smáum bygdum, hava bygdirnar og ymiskt brigdaða mentanin, sum hongur uppi við teimum, altíð havt mín áhuga, og tá eg eigi onkrar slóðir í slekt norður til Funnings, gjørdist hendan landnámsbygdin onki undantak í so máta.

 

Jógvan Joensen Højsted er nú farin í annað ljós at vera. Vitin Úti á Bø er slóknaður. Tað kom ikki sum ein hvøkkur, hóast hann ikki var maður sum brillieraði við sínum veikleikum, heldur ikki álopunum á heilsu og førleika, men kortini gjørdi tað mær ilt at frætta deyðsboðini av honum, táið vinmaðurin hjá okkum báðum, Høgni Mohr, gjørdi meg varan við feigdina umvegis máltráðin.

 

Jógvan var á ein hátt ein vanligur maður. Hann átti børn og abbabørn, hevði virkað sum maskinmeistari á heimshøvunum og umborð á havrannsóknarskipinum Magnusi Heinason, hevði róð kapp og annars livað eitt vanligt lív sum aðrir føroyskir menn. Men tú hevði ikki kent hann leingi fyrrenn tú varnaðist, at tað hingu nakrar serligar dimensiónir uppi við honum, væl útyvir tað, sum er vanligt hjá okkum sum so hissini bara koma og fara úr jarðarlívinum. Okkurt var heimanfylgja, serliga kvæðamentanin, men skjótt legði tú merki til, at hann var sjáldsama væl funderaður í mentan og skaldskapi. Hann hevði lisið tað mesta heilt aftur til Platon, Bíbliuna dugdi hann raðið, og hann hevði ein serligan kærleika til teir stóru russararnar á litterera hválvinum.  DostojevskijTolstoj, Tjekhov, Gorky. Nú skal eg ikki dylja yvir, at vit kemiskt runnu serliga væl saman á politiska mótinum, og hóast vit ikki vóru samdir um alt, so vóru tær frælsu Føroyar avgerandi fyri báðar.

 

##med2##

 

Jógvan flutti sum so mangir aðrir bygdamenn tá í tíðini av bygdini í útbúgvingar- og arbeiðsørindum, men í mun til so mangar aðrar flutti hann seinri heimaftur. Hann var funningsmaður og føroyingur um ein háls. Longu fyri 15 árum síðan stovnaði bygdin eitt fornminnisfelag og saman við Sámali, Peturi Dahl, sála, Alis og Johild sat hann í fyrstu nevndini. Fyrsta málið, sum felagið setti sær fyri at røkka, var at endurreisa og varðveita tey gomlu húsini í Ølvustovu. Kommunan stuðlaði fíggarliga, meðan nevndin sjálv tók sær av tí verkliga. Tey fingu alt so væl í lag, og fyri nøkrum árum síðan fekk eg lyklarnar handaðar soleiðis, at kommunan nú hevði ábyrgdina av hesum dygdarverki. Hóast Jógvan nú var farin væl um pensiónsaldur, var aldurin ongin forðing. Vit keyptu Atustovu í grannalagnum, og Jógvan legði til brots saman við Haraldi Kjeld og øðrum, og nú hann er farin um sýnina, er hon sera snøgg á at líta uttan, meðan nakað er eftir at gera innanveggja. Somuleiðis var hann mikið áhugaður í verkætlanini at endureisa dansistovuna. Kvæðini og dansurin høvdu yvirhøvur stóran týdning fyri Jógvan, og tað er ikki so drúgv tíð gingin síðan hann helt fyrilestur um Guðruna Ósvívsdóttur, Kjartan Ólavsson og Bolla Tollaksson, alt út frá Laksdølasøgu, sum var honum meinkunnug. Tað kvøldið í skúlanum, táið Hans Pauli Olsen avdúkaði skapið á standmyndini, eitt preludium í verkætlanini, var Jógvan tann fyrsti sum staðfesti, at hetta var ein sera góð loysn. Væl var tað, at tað eydnaðist honum og Elsu at avdúka hana fyri lítlum hálvum ári síðan.

 

Jógvan rann ikki aftaná mikrofonum og linsum. Onkursvegna hvíldi hann so merkiliga væl í sær sjálvum, at hann ikki hevði tørv á hesum. Hann var ógviliga bersøgin av lyndi, legði ikki í at goyma sínar hugsanir, og legði bara alt fram á torg, líkamikið hvør ið stóð fyri, - høgur ella lágur. Kanska var hann eitt sindur áfallin eisini, tað gjørdist kortini ongin bági í okkara føri.

 

Sum eldri maður gjørdist hann filmstjørna. Hendan veturin Høgni Mohr helt til í Ølvustovu, tosaðu teir nógv saman. Jógvan díkti skaldið sunnan úr Vági undir í skaldskapi, hugleiðingum og hugsanum. Systirsonur Jógvans, Rúni, Brattaberg, gitin sangari, kom ein dagin inn á gólvið í Ráðhúsinum í Heiðunum. Hann hevði nakrar upptøkur við sær frá endurumbótini av Ølvustovu. Burturúr tí kom hugskotið um at gera eina kykmynd burturúr hesum. Høgni Mohr fekst upp í vindin sum leikstjóri, og úrslitið gjørdist filmurin ”Starin í stovuni”. Frumframførslan var í Løkshøll, og seinri er kykmyndin sýnd í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya.

 

##med3##

 

Tað var stórur fagnaður í Funningi hendan dagin standmyndin, landnáminum og Grími Kamban til heiðurs, varð avdúkað. Nógvir eldri føroyingar hava tað fyri, hóast teir eru illa sjúkir, at stramma seg upp ta løtuna teir eru millum fólk. Eitt slag av stoltleika, sum ikki merkir tað sama sum erpinskapur. Tað ræður um ikki at leggja veikleikarnar á blik. Hóast eyðsýniliga álopin, megnaði Jógvan at taka orðið á pallinum í Húsabøi og í tjaldinum við skúlan líka. Støkk inn á gólvið hjá honum Úti á Bø á veg niðan í Dansistovuna, og tá var tað mær greitt, at hesin hugfarsligi maðurin var farin inn í sína grand finalu í foldarlívinum. Ein dunkur hjálpti honum at anda, har hann sat í stovuni, men kortini sást hann aftur í dansinum seinri á kvøldinum. Eitt øgiligt seiggj. Nú er sálin foykt burtur úr hesum heimi, og bara Hann, ið øllum valdar, er nú førur fyri at hjálpa vitanum Úti á Bø, sum lýsti so bjartur á so mongum mótum.

 

Stóru mál hansara, bygdini at frama, vóru nú at fáa Atustovu í upprunastand, og at fáa Tjørnina uppi á Leiti endurskapaða. Takk fyri títt ósjálvsøkni, góðu ráðini, vitbornu samrøðurnar, ja, takk fyri at tú legði í at kenna meg, tað gjørdi mær stóran mun á so mangan hátt. ”Har ljós brenna fá undir lágari lon sæst gjølla tá eitt av teim slóknar.” Í dag kennast hesi orðini hjá meginskaldinum Janusi meiri nærverandi enn mangan. Hvíl í friði kæri vinur.