Óli Jacobsen hevur havt greinarøð í Sosialinum, har hann hevur greitt frá søguni hjá fólki, ið liggja í Gamla kirkjugarði í Dr. Jakobsensgøtu. Fríggjadagin kl. 17.00 ber til at vitja í kirkjugarðinum saman við Óla Jacobsen, sum vísu runt og greiðir frá. Hetta er partur av Mentanarnáttini, sum er í høvuðsstaðnum fríggjadagin.