Vitlíki: Fleiri skrivligar próvtøkur eru gjørdar munnligar

Vitlíki í undirvísing: Og á miðnámi hevur verið skrivlig próvtøka í summar, har næmingar einans kundu brúka pappír og blýant

Soleiðis sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í undirvísingarmálum, millum annað í svarið til ein grein 52a fyrispurning frá Honnu Jensen, løgtingskvinnu fyri Framsókn, sum spyr um vitlíki og undirvísing. Spurningarnir hjá Honnu Jensen eru soljóðandi:

 

1. Hvørjar eru tær ítøkiligu avbjóðingarnar vegna vitlíki í skúlahøpi sambært landsstýrismanninum og hansara øki?

 

2. Er arbeiðið at endurskoða próvtøkuhættir vegna avbjóðingar við vitlíki byrjað?

 

3. Hvør er tíðarkarmurin fyri broytingum í próvtøkuhættum í eini møguligari endurskoðan, og í hvønn mun kann arbeiðið verða framt innan verandi játtan til økið?

 

Landsstýrismaðurin sigur í svari til spurning 1, at í skúlahøpi kann vitlíki vera sera hent og munadygt hjálparamboð, men hetta er treytað av talgildisbúgving hjá bæði lærarum og næmingum.

 

– Við talgildisbúgving meinast í hesum førum at hava førleikar til at meta um og nýta vitlíki á ein viðkomandi og skynsaman hátt, sigur hann.

 

– Okkara skúlaskipan leggur upp til, at næmingar í stóran mun arbeiða við skrivligum uppgávum uttan fyri vanligu undirvísingina, t. d. sum heimaarbeiði ella til skrivligar próvtøkur. Á hesum økinum er vitlíki ein stór avbjóðing, tí tað er sera freistandi hjá næmingum at lata vitlíki svara uppgávuni fyri seg. Trupult er sostatt eisini hjá lærarum at vita, í hvønn mun næmingarnir hava avrikað sjálvir, ella um vitlíki hevur verið nýtt at svara uppgávuni heilt ella lutvíst, sigur hann.

 

Størstu avbjóðingarnar eru sostatt:

 

• At skipa skrivligt arbeiði, soleiðis at vitlíki gerst hent og munadygt hjálparamboð.

 

• At fáa meira ferð á tilgongdina at menna talgildisbúgving í skúlaverkinum, t. e. við námsætlanum, førleikamenning, tilfari, ráðgeving o.ø.

 

• At støðumet og próvtøl í summum førum ikki eru eftirfarandi, eftirsum mettu avrikini ikki eru egnu avrik næminganna.

 

Til spurningin um arbeiðið at endurskoða próvtøkuhættir vegna avbjóðingar við vitlíki er byrjað, svarar Djóni Nolsøe Joensen at arbeiðið at endurskoða próvtøkuhættir er byrjað.

 

– Fylgt verður við tí, sum rørir seg á hesum øki í grannalondum okkara, og roynt verður at menna hóskandi próvtøkuhættir. Ávísar royndir eru gjørdar. Á Vinnuháskúlanum er port folie próvtøkuháttur settur í verk, og fleiri skrivligar próvtøkur eru gjørdar munnligar.

 

– Á miðnámi hevur verið skrivlig próvtøka í summar, har næmingar einast kundu brúka pappír og blýant.

 

– Próvstovan fyrireikar í løtuni royndarvirksemi við møguleika at royna nýggjan próvtøkuhátt í ávísum lærugreinum í fólkaskúlanum komandi summar. Harumframt verður møguleikin kannaður at skipa munnliga próvtøku á breytaverkætlanini, eins og aðrar royndir eru í umbúna, sigur landsstýrismaðurin.

 

Til síðsta spurningin um tíðarkarmin fyri broytingum í próvtøkuhættum sigur landsstýrismaðurin, at arbeitt verður á fleiri økjum í løtuni, við tí endamáli at gera nakrar royndir, sum byggjast kann víðari á.

 

– Talan er um menningararbeiði, sum ikki bert fatar um próvtøkuhættir, men eisini møguliga tillaging av undirvísing og førleikamenning av lærarum og próvdómarum. Ávísur tíðarkarmur er ikki settur, og í løtuni verður arbeiðið framt innan verandi játtan, sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, í svarinum til Honnu Jensen.