Í dag skal fyrrverandi danski innanríkisráðharrin Birte Weiss í vitnistólin í krígsbrotsmannadómstólinum í Haag, har hon er vitni í málinum ímóti bosniska generalinum Ratko Mladic, sum er ákærdur fyri grov krígsbrotsverk í Bosnia í borgarakrígnum har í nítiárunum.
Mladic er millum annað ákærdur í sambandi við hópdrápið í býnum Screbrenica, men hann er eisini ákærdur í sambandi við fleiri onnur hópdráp í bosniskum bygdum. Birte Weiss hevur skrivað bókina "Vanviddets Vidner" um, hvussu serbar fóru við bosniakkum og kroatum, og hon var hjástødd, tá ein hópgrøv varð latin upp. Nú hevur dómstólurin sent boð eftir henni, so hon kann siga frá tí, sum hon sá og veit.
Birte Weiss, sum er sosialdemokratur, var ráðharri frá 1993 til 1997 og aftur frá 1999 til 2001.