VitVænta: stór spurnakanning um arbeiðisvirðir hjá føroyingum

Endamálið við kanningini er at kortleggja ymisku arbeiðsvirðini hjá føroyskum ættarliðum, fyri at geva arbeiðsgevarum í Føroyum betri amboð, at skapa eitt meiri rúmandi og dragandi arbeiðspláss.

 

Ein umfatandi spurnakanning, ið kallast Vit vænta, er nú skotin ígongd. Endamálið við verkætlanini, er at eyðmerkja tey ymisku arbeiðsvirðini sum gera seg galdandi í trimum ymiskum ættarliðum í Føroyum, ættarlið Z (fødd 1995-2010), ættarlið X (fødd 1960-1979) og ættarlið Y (fødd 1980-1995)

 

Ein góður arbeiðsmarknaður hevur jaligar ringvirkningar fyri alt samfelagið og tað er tí gevandi fyri allar partar, at vit øll gerast meiri tilvitaði um hvørji arbeiðsvirðir føroyingar hava, sigur Durita Fagradal Augustinussen, verkætlanarleiðari.

 

Føroyska arbeiðsloysið er tað lagast í heiminum og tað hevur nógvar ágóðar, men tað hevur eisini ávísar avbjóðingar við sær, eitt nú fyri arbeiðsgevaran. Lága arbeiðsloysi ger, at arbeiðstakarin hevur møguleika at seta nógv hægri krøv til sítt arbeiðspláss, og tað er tí neyðugt hjá arbeiðsgevaranum, at gerast tilvitaður um hvussu hann kann skapa eitt arbeiðspláss, sum ymisku ættarlið trívast og mennast í.

 

Fyrstu liður í verkætlanin var framdur í heyst, har føroyska ættarlið Z hevði møguleika at luttaka í stórari spurnakanning. Umleið 1100 ung luttøku í kanningini, sum vísti, at føroyska ættarlið Z hevur altruistisk og sosial arbeiðsvirðir. Hetta merkir, at unga ættarliðið søkir arbeiðir, ið tey meta vera gagnlig og gevandi fyri føroyska samfelagið. Tó er eisini umráðandi fyri ættarlið Z, at knýta tøtt bond á arbeiðsplássinum, og eru sera tilvitaði um ein sunna javnvág í gerandisdegnum, so tey ikki gerast ov strongd.

 

Seinni liður av verkætlanini skal nú staðfesta hvørji arbeiðisvirðir ættarlið X (fødd 1960-1979) og ættarlið Y (fødd 1980-1995) hava. Umleið 800 arbeiðsgevarar, bæði privatir og almennir, umframt fakfeløg, fáa í næstum ein teldupost sendandi, við einum spurnablaði. Ætlanin er, at arbeiðsgevararnir síðani kunnu senda spurnablaðið til starvsfólk síni.

 

 Møguleiki er, at vera við í lutakastinum, um fleiri spennandi vinningar. Til ber at lesa meiri um verkætlanina og svara spurnablaðnum á www.vitvanta.fo.