Umframt framúr góðan dansibands-tónleik, so bjóðar Dansibandsfestivalurin í Vági eisini í ár dansiundirvísing bæði fríggjakvøld og leygardag.
-Vit eru sera fegin um at kunna bjóða fólki tað besta av tí besta, tá tað kemur til dansiundirvísing. Tí í ár verður tað Vivi frá Vild med Dans og Annu-Sofíu og Karl, sum eru millum bestu dansiundirvísarar í Føroyum, sum koma at standa fyri dansiundirvísingini, skrivar Dansibandfestivalurin á síni facebook síðu.
Vivi Siggaard er kend frá Vild med Dans, m.a. frá seinastu røðini í heyst. Men harumframt hevur Vivi eisini fleiri dansiskúlar í Keypmannahavn økinum.
Anna-Sofía og Karl Vidfeldt av Sandi verða aftur í ár partur av dansi-undirvísing á Dansibandsfestivalinum. Anna-Sofía og Karl hava havt dansi-undirvísing í nógv ár og hava eisini sjálvi verið á dansiskeið hjá Jens Verner, Peter Stokkebroe, har Bjørn og Ashley eisini undirvístu, umframt á øðrum skeiðum í Danmark.
Dansiundirvísingin á Dansibandsfestivalinum verður fríggjakvøld og leygardag. Tíðirnar verða lýstar nærri, tá skráin fyri Dansibandsfestivalin verður almannakunngjørd.
Dansibandfestivalurin í Vági byrjaði varliga í fjør, og tá spældu Hans Jacob og Vinmenn og Jens Lisberg Band. Í ár er festivaluskráin størri og verður festivalurin tann 8. og 9. mai 2015.