Um mann fyri 10 árum síðani hevði fortalt Heina Zachariassen, at íleggjarar fóru at seta eina milliard í fyritøku hansara Vivino í 2020, so hevði hann nokk flent og sæð tað sum eina vittigheit. Men tað er so eingin vittigheit - tí nú er tað veruleiki. Mikudagin komu stórtíðindini um, at íleggjarar hava sett 155 milliónir dollarar í Vivino - svarandi til næstan eina milliard krónur.
– Tað eru ekstremt nógvir pengar, ja. Men tá mann leggur so nógvar pengar í, so er tað tí, mann meinar, at mann kann byggja nakað enn størri. Og sannlíkindini fyri at tað eydnast eru stór, sigur Heini Zachariassen í samrøðu við Sosialin.
Størsti íleggjarin er svenska íleggjarafelagið Kinnevik, sum hevur lagt knapt eina hálva milliard á borðið. Hinir íleggjararnir eru Sprints Capital, GP Bullhound og Creandum.
Heini Zachariassen vísir á, at høvuðsorsøkin til hesar íløgurnar er, at tað hevur gingið so væl seinasta árið.
– Vit hava brúkt 10 ár uppá at uppbyggja hetta, men seinasta árið hevur verið einastandandi, sigur hann.
Les longri samrøðu við Heina Zachariassen í nýggjasta Sosialinum - samrøðan er í innlegginum, sum kallast Vikuskifti.