Higartil í ár er Volkswagen mest seldi bilur í Føroyum.
Tað vísa hagtølini hjá Akstovuni, tá gjørt verður upp, hvussu nógvir bilar eru seldir 11 teir fyrstu mánaðirnar í ár.
Tá tølini vórðu gjørd upp fyri einum mánaði síðani, var Toytota – sum vant – á odda, um enn bara tríggjar bilar frammanfyri Volkswagen.
Í fjør vórðu seldir 259 Volkswagen tilsamans, so har er talan um ein vøkstur upp á 15 prosent higartil í ár.
Toyota seldi 315 bilar í fjør, so á Reyni Service skulu tey selja 28 Toyotabilar fyri at koma á sama støði, sum í fjør. Um Toyota skal endurvinna fyrstaplássið í 2017, so skulu tey í øllum førum selja átta bilar fleiri enn grannin á Bilasøluni.
10 tey mest seldu bilmerkini higartil í ár síggjast í talvuni niðanfyri:
| Slag | tal |
1 | Volkswagen | 296 |
2 | Toyota | 283 |
3 | Citroen | 248 |
4 | Nissan | 245 |
5 | Ford | 171 |
6 | Mitsubishi | 129 |
7 | Renault | 129 |
8 | Brenderup | 102 |
9 | Mercedes-Benz | 101 |
10 | Kia | 91 |
Vert er at leggja til merkis, at viðfestisvognurin Brenderup, er komin við á topp 10 listan.
Talvan niðanfyri vísir topp 10 listan av mest seldur bilum í novembermánaði.
| Slag | tal |
1 | Volkswagen | 28 |
2 | Ford | 19 |
3 | Citroen | 17 |
4 | Nissan | 17 |
5 | Toyota | 12 |
6 | Brenderup | 10 |
7 | Peugeot | 10 |
8 | Suzuki | 10 |
9 | Mercedes-Benz | 9 |
10 | Mitsubishi | 9 |