Vónandi er hetta byrjanin til endan a eini keðiligari tíð, Tað sigur Árni Olsen, sølu- og marknaðarstjóri í Atlantsflogi. Mikudagin fer Atlantsflog aftur at flúgva til Mallorka og í tíðindunum á FM1segð Árni Olsen, at seinastu tíðina hava tey havt nógv at gera at avgreiða bíleggingar.
Tað hjálpir munandi um støðuna, at Mallorka nú er grønt øki, har at kalla allar korona-avmarkingar eru avtikingar, bøtir væl um støðuna. Sambært Uttanríkisráðnum í Danmark er Danmark, og nógv tað mesta av Evropa annars, grøn øki, har einasta tilmæli er, at fólk skulu vera varin.
Og tey, sum fara til Mallorka mikudagin, hava gott í væntu, tí har er sól og summar og eini 30 hitastig.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr sølu- og marknaðarleiðaran greiða frá